Nú er hol ígjøgnum millum Streymoynna og Sandoynna.
- Nú “brast fyri nev” í Sandoyartunnlinum.
Kl 21:47 for borurin ígjøgnum á 28,5 metrum. So er fyrsta holið komið undir Skopunarfjørð, og Sandoyingar hava fingið sínar fyrstu vatndropar úr Kirkjubø.
Soleiðis skrivar Kristian Stórhamar, site manager hjá NCC Føroyar, á sínum facebook vanga í kvøld.
Sostatt er borurin nú komin ígjøgnum, og hol er ígjøgnum, og nú er so at siga landfast millum Streymoynna og Sandoynna.
Myndir: Bergur Stórhamar
##med2##
##med3##