Kappingin um at gerast valevni hjá demokratiska flokkinum á forsetavalinum í USA í heyst endaði formliga í nátt. Eftir skipanini skuldu teir meiri enn 4.000 valmenninir taka støðu til, um hvørt flokkurin skuldi stilla Barrack Obama ella Hillary Clinton upp. Tað var kortini greitt, at Obama hevði stuðul frá væl fleiri valmonnum, enn Hillary Clinton hevði, og tí var heldur eingin ivi um úrslitið.
Kortini bleiv atkvøtt, men tá tølini vístu, at umleið 1.500 valmenn høvdu atkvøtt fyri Barrack Obama og umleið 350 fyri Hillary Clinton, tók Hillary mikrofonina og bað fundin steðga atkvøðugreiðsluni og staðfesta Obama sum floksins forsetavalevni 2008. Nancy Pelosi, sum er forkvinna í Umboðsmannatinginum, tók orðið og spurdi, um fundarfólkið tók undir við tilmælinum frá Hillary Clinton. Svarið var eitt rungandi ja. Tá høvdu valmenninir úr Hillary-statunum New York, Kalifornia og Illinois ikki atkvøtt, og tað gjørdu teir heldur ikki.
Undan atkvøðugreiðsluni hevði Hillary Clinton givið sínum valmonnum loyvi til at atkvøða fyri tí valevni, sum teir vildu atkvøða fyri. Tann stóri spurningurin í nátt var, hvussu nógvir av hennara valmonnum fóru at atkvøða fyri henni, tí tað kundi geva eina mynd av, hvussu savnaður flokkurin stendur um Obama sum valevni. Fleiri av stuðlunum hjá Hillary Clinton høvdu sagt, at teir vildu sleppa at atkvøða fyri henni, og teir høvdu sett seg upp ímóti, at landsfundurin skuldi velja Obama uttan atkvøðugreiðslu.
Leyp á McCain
Joe Biden, sum er varaforsetavalevni hjá Barrack Obama, hevði orðið á fundinum í Denver í nátt, og sum væntað nýtti hann høvi til at finnast at republikanska forsetavalevninum, John McCain.
-Eg havi ferðast kring heimin saman við John McCain. Okkara vinarlag er størri enn politikkurin, og eg eri framvegis ovfarin av hansara dirvi. Men eg kann als ikki góðtaka ta leið, sum hann ætlar at leiða land okkara. Hann ætlar at halda somu kós. Tann amerikanski dreymurin er um at fara fyri bakka. Eg veit tað, tit bita tað, men tað er ikki líkt til, at John McCain skilir tað, segði Joe Biden. Hann legði afturat, at tíðin krevur meiri enn ein góðan hermann, men eisini ein dugnaligan leiðara, og hann nevndi fleiri dømi um, hvar McCain hevur mistikið seg, og hvar Obama hevur havt rætt.
Næstu nátt skal Barrack Obama halda røðu á ítróttarvøllinum í Denver, og eygleiðarar vænta, at meiri enn 70.000 fólk koma at hyggja og lurta.