VÍF-Stjørnan 27-23 (14-12)
Hondbóltur
Tað er skrivað fyrr í ár, og ivaleyst verður tað nevnt nakrar ferðir afturat, tá vit koma inn í nýggja árið.
Hondbóltsfepurin herjar av álvara í Vestmanna, har bæði kvinnur og menn hava verið í oddinum alt kappingarárið higartil.
Spøk byrjan
Leygardagin var so tann absolutti toppdysturin í kvinnudeildini, tá verandi meistararnir úr Stjørnuni komu á vitjan hjá vestmannagentunum.
Higartil hevði einasti stigamissurin hjá liðunum báðum verið í innanhýsis dystinum í Klaksvík, sum endaði javnur. Sostatt tóktist mest sum greitt, at ein møguligur vinnari í Vestmanna, slapp at fara í endaspælið við hægsta stigatalinum.
At byrja við var tað eisini, sum um týdningurin av dystinum tyngdi leikararnar. Serliga hjá VÍF tóktist strilti at fáa verjuna at hanga saman, og til tíðir sá mest sum ov lætt út hjá stjørnuleikarunum, tá tær runnu ígjøgnum tunnu vestmannaverjuna.
Tíbetur fyri heimaliðið, so kendu gestirnir ikki vitjunartíð sína, tí stjørnurnar gjørdu óvanliga lítið av gjøgnumbrotsroyndum móti alt annað enn tryggu VÍF-verjuni.
Sóleyð tók ábyrgd
Eisini í álopspartinum sá tungt út hjá VÍF fyrstu løtuna. Stjørnan hevði sera væl fatur á stórskjúttanum, Ioana Rapa, og serliga var hetta Anniku Ljósstein fyri at takka.
Ferð eftir ferð megnaði hon at blokka rumensku skotroyndunum, og hetta tóktist í stóran mun at ørkymla VÍF liðið.
Eitt undantak var tó á VÍF liðnum, og hetta var ikki heilt óvæntað Sóleyð Mikkelsen. Í landsdystunum fyri stuttum sýndi hon, at hon als ikki himprast við, um talan er um stórdystir.
Nærum einsamøll tók hon um endan í álopsspælinum, og syrgdi sostatt fyri, at meistararnir úr Klaksvík ikki ótarnaðar sluppu at renna undan.
Dysturin tendraði
Stjørnan helt tó eina tepra leiðslu meginpartin av hálvleikinum, men tá einir 20 minuttir vóru leiktir av dystinum, kom tó brádliga.
Liðini bæði tóktust nú at hava tveitt ringastu nervarnir av sær, og serliga hjá VÍF fór nú at muna. Í verjupartinum høvdu tær nú fingið betri skil á, og í álopspartinum var smædni av álvara tveitt burtur.
Seinastu løtuna av hálvleikinum fekk heimaliðið fimm mál mótvegis einsamalla málinum hjá gestunum, og kundi heimaliðið tí fara til hálvleiks við eini tvey mála stórari leiðslu.
Somu styrkir
Í hálvleikssteðginum mundu flestu áskoðararnir sita við kensluni av, at talan kundi gerast um ein sera góðan seinna hálvleik. Bæði hvat viðvíkti leikdygd og spenningi. Talan var jú um tey bæði fremstu kvinnuliðini í landinum, og hartil tóktust liðini eisini at standa sera væl til hvørt annað.
Leikligu dygdirnar hjá báðum liðunum eru so at siga tær somu. Sterkar bakspælarar við evni til at bróta ígjøgnum, so sum Vesna Tomajek og Ioana Rapa, tó at tann seinna nevnda ikki fekk stórvegis burtur úr fyrra umfarinum.
Stóri trumfurin hjá liðunum báðum hevur tó í mongum dystum verið skjótálopini. Til at seta hesi í gongd eiga VÍF-genturnar helst málverjan við bestu útkøstunum í landinum, meðan Stjørnan í øllum førum hevur bestu føroysku útkøstini í kvinnudeildini. Í báðum førum verða hesi send við kós móti kviku vongspælarunum, og eisini miðspælararnir hjá báðum liðunum tykjast ógvuliga líkar í spælistíli.
VÍF tók yvir
Vónirnar um ein undirhaldandi seinna hálvleik vístu seg eisini at halda, tí nú tóktist greitt, at vónin um at vinna var vorðin størri enn óttin fyri at tapa.
Hjá VÍF fekk Ioana Rapa við tveimum brotskøstum beint fyri persónliga málturkinum, og hóast Stjørnan fekk fylgt við fyrstu løtuna, so tóktist greitt, at tað nú var VÍF, sum var omaná. Spakuliga øktu tær um leiðsluna, og tá eitt korter var eftir at spæla, var líkt til, at dysturin var avgjørdur.
Støðan var tá 22-16 til heimaliðið, men beint sum Stjørnan var um at slókna, tók dysturin aftur eina vend.
Í eini roynd at steðga álopsspælinum hjá heimaliðnum fóru tær undir at mansverja bæði Sóleyð og Ioana, og brádliga kom aftur ferð á.
Áskoðararnir vóru nú eisini um at gerast heitir, og hvør í sínum lagi royndu teir at eggja liðunum báðum.
Sjálvgjørt
Orsøkin til, at átakið hjá Stjørnuni nú sá út til at hepnast, tóktist at vera púra greið. VÍF kundi við greiðu leiðsluni nærum spáka sigurin til høldar, men tað var júst hetta, sum tær ikki gjørdu.
Ístaðin kom fleiri ferðir fyri, at álopsspælið varð forserað, og tí kundi Stjørnan fleiri ferðir fara í kontra. Sum mótvápn royndi VÍF at mansverja bæði Anniku og Vesnu, men tá tóku aðrar kreftir yvir, og spenningurin í høllini gjørdist alsamt størri.
Stjørnan vann seg upp á 21-23, og at tær ikki komu nærri enn tað sama, kunnu tær einamest takka sær sjálvum fyri.
Tær høvdu møguleikan at minka niður í eitt mál, men møguleikin. Ístaðin fekk VÍF aftur økt um munin, og tá Stjørnan samstundis varð rakt av eini útvísing, var tað sum um luftin fór úr ballónini.
Løtu seinni fekk Annika triðju útvísingina og harvið reytt kort, og so var leyst og liðugt.
Seinastu løtuna kundu VÍF aftur økja um munin, og fagnaðurin mundi ongan enda tikið, tá sigurin at enda var fingin til høldar.
Alstóran týdning
Umframt at sigurin setti VÍF ovast á stigatalvuna, so eigur sálarligi týdningurin av hesum ikki at undirmetast.
Tær hava nú prógvað, at tær kunnu standa seg. Eisini í týdningarmiklu dystunum, og ivaleyst kann hetta verða teimum ein góð barlast, um seinasti dysturin í kappingarárinum verður avgerandi fyri FM. Ein støða, sum als ikki er óhugsandi, tí mótstøðuliðið tann 7. apríl eitur nevnliga Stjørnan.
Avgerandi fyri FM tykist dysturin tó á ongan hátt at vera. Stjørnan hevur enn nógv at spæla fyri, og møguliga kunnu tær finna troyst í, at fyrsta tapið í undanfarna kappingarárið kom móti VÍF, og tá ? eins og nú ? var talan um seinasta dystin undan jólasteðginum. Tá endaði alt sum kunnugt við, at Stjørnan vann FM, men um hetta verður endurtikið, skal ikki gitast um her.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
VÍF: Sóleyð Mikkelsen 7(4), Ioana Rapa 5(4), Nicoleta Radu 5, Fríða Marjunardóttir 4, Nikolina Eyðbjørnsdótti 4, Randi Kúrberg 2
Stjørnan: Vesna Tomajek 7(1), Anna K. Samson 4, Annika Ljósstein 3, Vesna Radovic 2, Sólvá Eystberg 2(1), Joan M. Joensen 2, Una Olsen 2, Bára Skaale 1
Brotskøst: VÍF 8, Stjørnan 3
Útvísingar: VÍF 4, Stjørnan 5
Diskvalifikatión: Stjøran 1 (3x2 minuttir)
Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen. Høvdu saman um tikið eitt gott tak á dystinum, men í einstøkum støðum høvdu teir tó trupulleikar við at halda eina linju í dømingini.