So er vatn fylt í

Vatn er nú í bæði langhylinum og barnahylinum í Vági

 

Tað gongur tan vegin, at suðuroyingar og føroyingar annars skjótt kunnu fara at svimja í nýggja vælverudeplinum í Vági.

 

Vatn er nú fylt í bæði langhylin og barnahylin umframt “soppin”, og í løtuni eru tøkningar í ferð við at seta gongd á teknisku skipanirnar, sum hava við vatnreinsianleggið at gera.

 

Fleiri myndir síggjast á heimaíðuni hjá nýggja vælverudeplinum.