So eydnaðist hjá Zlatan

Stóra svenska stjørnan, Zlatan Ibrahimobic, skeyt í kvøld sítt fyrsta mál nakrantíð ímóti Danmark

Norðurlendskt grannabrak millum Svøríki og Danmark hevur í kvøld verið á skránni á Friends Arena í Stokhólm.

 

Svøríki og Danmark dystaðust nevniliga í play-off dysti um hvat av liðunum skal spæla seg til EM í Fraklandi komandi summar.

 

Svøríki vann dystin 2-1, eftir at teir leingi høvdu verið á odda 2-0.

Sum heild var Svøríki greitt omaná størsta partin av dystinum, og tað var ikki fyrrenn tað seinasta korterið at Danmark av álvara kom við í dystin.

 

Tað var serligu báðu megin hálvleikirnar at Svøríki avgjørdi dystin. Emil Forsberg legði Svøríki á odda 1-0 stutt áðrenn dómarin bríkslaði til hálvleik, og tveir minuttir eftir at seinni hálvleikur var byrjaður, økti svenska stjørnan, Zlatan Ibrahimovic til 2-0 við brotssparki. Hetta var samstundis eisini fyrsta málið hjá Zlatan Ibrahimovic nakrantíð ímóti Danmark. Nakað sum hevur fylgt nógv í fjølmiðlunum seinastu dagarnar.

 

Ímóti endanum av dystinum eydnaðist tað Danmark at minka um munin. Eftir eitt longt hornaspark, stóð innskifti Nicolai Jørgensen á rætta staðnum, soleiðis at Danmark fekk eitt gott útgangsstøðið við sær til Danmarkar.

 

Seinna og avgerandi uppgerðin millum Svøríki og Danmark verður leikt í ítróttarparkini í Keypmannahavn týskvøldið.

 

Svøríki – Danmark 2-1 (1-0)

1-0 Emil Forsberg, 45.

2-0 Zlatan Ibrahimovic (Brotsspark), 47.

2-1 Nicolai Jørgensen, 80.