Tað var tá hann var á makrelveiðu við Finni Fríða og í tí sambandi gjørdi innslag til Deg og Viku, sum hevði slagsíðu – og sum gav intigritetinum hjá Ingolfi eitt skar.
Men nú hevur hann tikið stigið fult út. Frá at vera tann sera seriøsi tíðindamaðurin, sum ikki so frætt sum kundi vera limur í einum fótbóltsfelag, tí tað skaddi intigritetin, er hann nú kandidatur fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið og ætlar sær á ting at lyfta arvin eftir Tórbjørn Jacobsen, sum langt síðani hevur boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur. (Men man hann ikki gera tað kortini?)
Ikki tí, tað er í fínasta ordan, at journalistar stilla upp til val. Men teir taka ein stóran kjans, tí júst tað valið ger, at arbeiðstreytirnar broytast – skuldu teir ikki verið valdir.