So fær Falcao debut

Manchester United hevur øll nýggju innkeypini klár til dystin í morgin

Fjórða umfar verður í Premier League um vikuskiftið og mánakvøldið. Serliga spennandi sær tað út fyri Manchester United, sum í morgin tekur móti Queens Park Rangers. Teir hava Radamel Falcao, Marcos Rojo, Daley Blind og Luke Shaw við í hópinum í dag. Teir eru allir komnir til felagið í summar, men hava sínar fyrstu minuttir í Premier League til góðar.

 

Les eisini: Fótbóltspanelið um Premier League

 

Størsti dysturin um vikuskiftið er í London, har Arsenal og Manchester City bresta saman. Arsenal vann fyrr í ár stórsteypadystin móti júst Manchester City, men veddingarfyritøkurnar hava gestirnar úr Manchester sum favorittar til hendan dystin. Væntandi verður Danny Welbeck við á fyrsta sinni fyri Arsenal, eftir at hann skifti fyri áleið 150 milliónir krónur frá Manchester United.

 

Á Stamford Bridge verður oddabrak millum Chelsea og Swansea. Tey hava bæði fult stigatal aftaná tríggjar dystir, men tað er ongin ivi um, at Chelsea er favorittur at vinna dystin. Tað ljóaðr úr Onglandi, at framherjin hjá Chelsea, Diego Costa, er ivasamur og verður testaður stutt fyri dystarbyrjan.

 

Aðrastaðni er Liverpool uttan Daniel Sturridge, sum bleiv skaddur, meðan hann var við enska landsliðnum. Hetta hevur fingið øði í venjaran, Brendan Rodgers, sum heldur at enska landsliðið ikki ansaði eftir honum. Liverpool tekur á Anfield móti Aston Villa, sum ikki hevur tapt har tríggjar tær seinastu ferðirnar.

 

Premier League – 4. umfar:

Í dag:

Arsenal – Manchester United (12:45)

Chelsea – Swansea (15:00)

Crystal Palace – Burnley (15:00)

Southampton – Newcastle (15:00)

Stoke – Leicester (15:00)

WBA – Everton (15:00)

Liverpool – Aston Villa (17:30)

 

Í morgin:

Manchester United – QPR (16:00)

 

Mánadagin:

Hull – West Ham (20:00)