So fekk Royn fyrstu stigini

Fótbóltur: Eftir tvey soltin vikuskiftið bragdaði endiliga hjá Royn, sum vann 2-0 á NSÍ í Hvalba leygardagin

Í triðju royndini eydnaðist tað Royn at fáa stig. Tað var í góðveðrinum leygardagin, tá NSÍ vitjaði. Hvalbingar vunnu 2-0.

Vertirnir høvdu yvirvág meginpartin av dystinum, og teir komu á odda longu tá eitt korter var spælt. Venjarin Zoran Mancic sendi hornaspark innfyri, og har stóð verjuleikarin Poul Poulsen, sum við einum hørðum skallara skoraði til 1-0.

Eitt mál er eingin serliga trygg leiðsla at hava, og hvalbingar fingu ikki vissu fyrr enn í seinasta minutti av dystinum, tá Eyðstein Jacobsen varð feldur inni í brotsteiginum. Brotssparkið setti Njálur Niclasen í netið, og so vóru stigini innanborða.

NSÍ stillaði við einum ungum liði, og teir vístu góðan stríðsanda, hóast teir í løtum vóru rættiliga trýstir. Einaferð var neyðugt at bjarga á strikuni, og ungi málverjin Pól Egholm hevði tvær frálíkar bjargingar, frætta vit úr Hvalba.

Annars var dysturin ikki ein av teimum best spældu, og leingi stóð stríðið um miðjuna.

Hvalbingar høvdu broytt eitt sindur upp á verjuna, og hon spældi eisini sín besta dyst higartil í ár.


Vøllurin ikki góður

Sum kunnugt er vøllurin í Hvalba grasvøllur, og hann hevur ikki havt tað so gott í góðveðrinum seinastu dagarnar.

Tað hevur ikki regnað nógv í seinastuni, og vøllurin var sera harður leygardagin. Harafturat hevur ættin seinastu dagarnar elvt til, at nógvur sandur er fokin inn á vøllin. Felagið ætlar at fara í holt við at fáa vøllin í hesi vikuni, so hann verður betri, tá EB/ Streymur vitjar í Hvalba komandi leygardag.