So fingu føroyingar eisini sína matvørugølu

Er illgrunin ímóti Bakkafrost og alistøðini á Bakka, rættur, er talan um eitt sera álvarsligt mál

Útflutningur undir Illgruna

Nú fingu føroyingasr eisini sína matvørugølu.
Tað fingu vit seinnapartin týsdagin, tá ið Heilsufrøðiliga Starvsstovan meldaði Alistøðina á Bakka og Bakkafrost fyri í fyrra lagi at hava brotið matvørulógina og fyri í øðrum lagi at hava brotið kunngerðina um niðurberjing av ILA.
Illgruni er um, at alivirkið á Glyvrum hevur útflut laks, sum er sjúkur og deyður av ILA til mannaføði.
Og tað er ikki lógligt.
Løgreglan kannar nú málið og Landsdjóralæknin sigur, at hann fer at geva løgregluni arbeiðsfrið.
Fiskur, sum hevur ILA, kann takast og seljast, men undir serligum treytum, ella skal hann burturbeinast.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er ikki samsvar ímillum tey tølini, sum alifyritøkan á Glyvrum hevur tikið sum ILA sjúkan og deyðan laks og ta mongdina, sum fyribeindur ella útfluttur undir hesum serligu treytunum.
Sostatt er Heilsufrøðiliga Starvsstovan komin eftir, at laksur, sum er sjúkur og deyður av ILA, er útfluttur til matna sum vanlig vøra.
Bjørn Harlou, landsdjóralækni, sigur, at verður illgrunin prógvaður, kann ES í ringasta føri banna innflutningi av føroyskum laksi.
Hann sigur, at tá ið slík mál taka seg upp, hevur hann skyldu at boða ES frá, og tað hevur hann gjørt.

Seinasti seymurin
Keldur í alivinnuni, sum vit hava tosað við, stúra fyri, at hetta kann verða seinasti seymurin í kistuni hjá føroysku alivinnuni, sum er illa sperd frammaundan.
? Tað er ongin ivi um, at felagsskapir í ES londum, fara at brúka hetta sum eitt gylt høvi til at royna at beina fyri føroyskum útflutningi av alifiski til ES marknaðin, tí vit eru ein stórur kappingrneyti hjá alivinnuni í ES.