So gjørdist Postverkið til P/F

Mikudagin kundi landsstýrismaðurin í vinnumálum seta 21,5 mió kr. í partapeningini í nýggja felagið, sum í framtíðini skal reka Postverkið

postverkið

Seinnapartin mikudagin, eftir evstamark okkara, varð partafelagið, sum ætlandi skal eiga og reka Postverkið, formliga sett á stovn.
Bjarni Djurholm, landssstýrismaður í vinnumálum, hevði á fíggjarlógini eina heimild til at seta 21,5 mió kr. í nýggja felagið, og tí er neyðugt, at felagið verður stovnað nú, áðrenn nýtt fíggjarár byrjar. Eisini hóast seinastu formligu viðurskiftini enn ikki eru komin heilt upp á pláss.
- Nú restar so í, at løgtingið skal samtykkja eina umskipanarlóg. Hendan er send flokkunum til umrøðu, og væntandi verður tað so lagt fyri tingið tíðliga í komandi árinum, staðfestir Bjarni Djurholm.
- Vit høvdu annars ætlað okkum, at málið skuldi verið endaliga avgreitt í ár, men av ymsum ávum hava vit valt at bíða eitt sindur við endaligu umskipanini. Eitt nú vildu vit sera fegnir hava konsensus í hesum við starvsfólkini. Og tann parturin kom so í lag í desember mánaði, tá vit fingu eina semju við Postfelagið um hetta, staðfestir hann.
Bjarni Djurholm vil enn ikki siga, hvør fer at manna leiðsluna í nýggja felagnum, ella hvussu felagið fer at eita. Hann staðfestir tó, at tað sambært viðtøkunum kunnu vera millum fýra og seks persónar í nevndini.
- Starvsfólkini koma at eiga tveir nevndarlimir, og vit hava so sjálvir valt, at vit fyri fyrst seta tríggjar nevndarlimir. Hvørjir hesir eru, vil eg tó ikki siga her og nú, staðfestir Bjarni Djurholm.
Heldur ikki vil hann siga, hvør fer at stjórna nýggja felagnum, men her tykist tað mest upplagda í øllum førum, at Bergur í Garði, postverksstjóri, fer at verða fyrsti stjórin.

Alneyðugt stig
Tað er eingin loyna, at umskipanin av Postverkinum hevur verið eitt av høvuðsmálunum hjá landsstýrismanninum hesi seinastu árini. Fleiri ferðir hevur hetta verið havt á lofti seinnu árini, men tað er so ikki fyrr enn nú, at tað hevur eydnast at fáa politiskan meiriluta fyri ætlanini.
- Hetta er nakað, sum vit hava arbeitt leingi við, og mín meinin er í øllum førum, at hetta er nakað, sum skuldi verið gjørt fyri langari tíð síðani. Politiskt hevur tó ikki verið møguleiki fyri ætlanini áður, men í verandi samgonguskjali er hetta so staðfest, sigur Bjarni Djruholm.
- Skulu vit hava eitt væl virkandi postverk, so er alneyðugt, at hetta fær teir røttu karmarnar at virka undir. Verður talan framvegis um ein almennan stovn, so fer hesin at fána alt meira burtur, sum tíðin líður. Er hetta politiska ynskið, so má tað helst vera so, men tað haldi eg ikki vera tað rætta, og tí eri eg fegin um stigið, sum nú er tikið, staðfestir Bjarni Djurholm at enda.