So kann VÍF avgera

Um VB fær stig við sær úr Klaksvík, kunnu kvinnurnar hjá VÍF tryggjað sær FM-heitið sunnudagin


 

Hondbóltur


Sum kunnugt, so kiksaði tað hjá besta mansliðinum hjá VÍF at ogna sær meistaraheitið, tá teir mikukvøldið spældu á Skála.

Um vikuskiftið hava somu VÍF-menn frí, men hetta nýtist ikki at merkja, at eingin hondbóltur verður í bygdini.


Kvinnuliðið hjá VÍF, sum alt árið hevur ligið í oddinum, hevur nevnliga møguleikan at staðfesta einaveldi sítt, tá tær sunnudagin spæla heimadyst móti VB. Seinast liðini hittust, gav VB dygga mótstøðu fyrstu løtuna, men at enda var talan at kalla um eina styrkisuppvísing frá VÍF.

Tað er ikki víst, at talan verður um ein somiki sannførandi sigur aftur hesaferð, men hinvegin er ilt at ímynda sær, at VÍF ikki fer at vinna dystin sunnudagin, og skuldi tað kiksað, so skal tó nógv henda afturat, um tað ikki skal eydnast teimum at ogna sær gullmerkini.

Sum sagt, so er treytin fyri gullmerkjum til VÍF, at VB megnar at gera okkurt við Stjørnuna, tá hesi bæði liðni hittast í Klaksvík. Um sæð verður burtur frá dystunum í Coca-Cola kappingini, har VB var greitt omaná, so hevur talan higartil verið um sera javnar dystir millum báðar silvurbiðlarnar, og eingin orsøk er til, at tað ikki skuldi verið so leygardagin.

Liðini hóska í spælistíli væl til hvørt annað, og so at siga hvørja ferð tey hava hitst seinastu tvey árini, hevur talan verið um sera spenanni og undirhaldandi dystir.

Seinasti dysturin í kvinnudeildini um vikuskiftið verður á Giljanesi, har Kyndil fer á vitjan hjá Sóljuni. Sóljan tykist longu hava mist møguleikan fyri at varveita sessin í deildini, og tískil er væntandi, at Kyndil fer at taka stigini heim. Hinvegin er hetta helst besti møguleikin hjá Sóljuni, um tær kortini skulu bjarga sær, so einki er at ivast í, at tær veruliga fara at spenna seg út.


Silvurdysturin

Hjá monnunum er spurningurin um gullið enn ikki avgreiddur, men einki er at ivast í, at tað verða vestmenningar, sum taka sær av hesum.

Um sivlurmerkini er dysturin tó harður, og tey bæði liðini, sum eru fremst í hesum stríðnum, skulu bæði royna seg um vikuskiftið.

Á Skála fær StÍF vitjan av H71, og hetta átti alt annað líka at verið ein avgreiðsluspurningur hjá heimaliðnum, sum rættiliga tykist hava fingið gongd aftur á spælið.

Uppgávan hjá Kyndli tykist nakað torførari, tá teir skulu til Vestmanna at dystast móti kollfirðingum. KÍF hevur givið Kyndli stórar trupulleikar í fleiri dystum, men skulu teir grønu hava møguleika fyri silvurinum, eru avgjørt ikki ráð til fleiri mistøk.


Myndatxt

Kvinnurnar hjá VÍF kunnu gerast føroyameistarar um vikuskiftið, um úrslitini annars laga seg eftir vild