Eftir at togast hevur verið um givin lyfti av ymsum slag, byggi- og fíggingarhátti, er nú loksins líkt til, at kollfirðingar fara at fáa sína ítróttarhøll.
Vagnur Johannesen, formaður í Hallarstuðlanevndini, sum kemur at standa fyri byggingini av høllini, sigur at enn eru allir smálutir ikki endaliga komnir upp á pláss, men at tey vóna, at tað fer at bera til at fara í holt við arbeiðið heilt skjótt.
- Vit jú, hvar høllin skal standa, og sjálvt økið er jú at kalla klárt. Har er grovplanerað, og hæddin er eisini tann rætta, men enn eru onkrir snøklar eftir. Eitt nú er jú sera umráðandi, at hetta verður neyvt í samsvari við tær ætlanir, sum eru um útbyggingina av skúlanum í Kollafirði, soleiðis at tað ikki verður nakað, sum skal gerast afturumaftur, sigur Vagnur.
Vagnur er annars ein av teimum, sum í mong ár hevur tikið síni tøk á besta hondbóltsliðnum hjá KÍF, og hann er ikki í iva um, at nýggja høllin kemur at fáa ein veldugan týdning fyri alla ítróttina í bygdini.
- Tað sigur seg sjálvt. Nú hava vit verið flytifuglar ígjøgnum somikið nógv ár, og tað verður ongan tíð ein nøktandi loysn. Bara í mínari tíð hava vit vant á Skála, so Vestmanna, og so bæði Skála og Vestmanna fram til vit nú eru í Hoyvíkarhøllini. Og sama skilið er jú eisini galdandi fyri fleiri aðrar ítróttagreinar, so hóast úrslitini kanska ikki síggjast alt fyri eitt, so eri eg ikki í iva um týdningin, sum høllin kemur at hava í longdini.
Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevndini hjá Tórshavnar Kommunu, hevur saman við Hallarstuðlanevndini, arkitekti og verkfrøðingum verið og hugt at økinum, har høllin skal gerast, og eisini hann fegnast um, at høllin nú verður veruleiki.
- Ikki minst hevur tað stóran týdning, at ídnar lokalar kreftir standa aftanfyri hetta projektið. Tá eru eisini størri sannlíkindi fyri, at høllin verður ein høll, sum er ætlað til júst teirra tørv. Bæði innan ítrótt, mentan og onnur viðurskifti á staðnum, sigur Heðin Mortensen.
- Kollfirðingar hava leingi bíðað eftir hesari høllini, og tó at hon fyrst og fremst er ætlað til ítrótt, so ivist eg ikki í, at hon kemur at vera eitt slag av miðdepli í bygdini. Ein savningardepil hjá bæði ungum og gomlum, sum her koma at fáa karmar um aktivitetir avv ymsum slag.
Ætlandi verður arbeiðið skipað soleiðis, at tað verður Hallarstuðlanevndin, sum stendur fyri byggingini, sum so verður stuðlað av Tórshavnar Kommunu og Mentamálastýrinum. Samlaðai kostnaðurin av arbeiðinum er mettur til 13.43o tkr., og verður kostnaðurin millum partarnar býttur soleiðis:
Eginfígging, Hallarstuðla500.000
Tórshavnar Kommuna9.697.500
Mentamálastýrið3.232.500