Sirið Stenberg hevur nú svarað upp á grein 52a fyrispurningi frá Bill Justinussen um støðuna á Umhvørvisstovuni, sum hann setti í farna mánaða.
Bill Justinussen vildi í fyrstu syftu hava at vita, hvat endamálið var við teimum bygnaðarbroytingum, ið vóru í ger á Umhvørvisstovuni, og hvørjar avleiðingar tær fingu fyri fakdeildurnar, fyrisitingina og menningina á stovninum. Eisini vildi hann vita, um bygnaðarbroytingarnar vóru góðkendar av heilsu- og innlendismálaráðnum.
Landsstýriskvinnan vil tó ikki rættiliga svara upp á fyrsta partin, men vísir til komandi og nýliga fingin ábyrgdarøki hjá stovninum og sigur, at "Leiðslan hevur hildið tað vera neyðugt at búgva stovnin til nýggju avbjóðingarnar, samstundis sum raksturin av nevndu kjarnuøkjunum verður mentur og tryggjaður."
Les eisini: Bygnaðarbroytingar førdu til ósemju
Sirið Stenberg váttaði annars, at tilgongdin hjá Umhvørvisstovuni við strategi- og stovnsmenning var staðfest av heilsu- og innlendismálaráðnum í oktober í fjør.
Bill Justinussen spurdi eisini, um keyp av konsulenthjálp frá danskari fyritøku var bjóðað út í samsvari við almenna útbjóðingarpolitikkin.
Til hetta svarar Sirið Stenberg, at neyðugt var hjá Umhvørvisstovuni við so hvørt, og tí var neyðugt við avtalu, ið kundi steðgast, tá Umhvørvisstovan ikki hevði tørv á henni meira. Uppgávan varð tí ikki bjóðað út, men Umhvørvisstovan tryggjaði sær, at eindarkostnaðurin var í lagi, stendur víðari í svarinum.
Landsstýriskvinnan vísir víðari á, at framferðarhátturin í sambandi við bygnaðarbroytingarnar kanska ikki hevði verið heilt sum hann skuldi, og tí skuldi tilgongdin við bygnaðarbroytingum steðga.
At enda vildi Bill Justinussen hava at vita, um landsstýriskvinnan framvegis hevði álit á stjóranum á Umhvørvisstovuni. Til hetta vísti Sirið Stenberg bert á, at sum kunnugt var stjórin ikki longur í starvi sum stjóri
Les eisini: Deildarleiðarin á Matrikkulstovuni verður verðandi