So nógv fáa næmingar á Glasi í endurgjaldi

Vit hava eina moralska skyldu til at veita teimum endurgjald, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

 

Tað er nú greitt, hvussu nógv næmingarnir á Glasi fáa í endurgjaldi fyri námsferðina, sum varð avlýst fyrr í ár.

Málið er nú lagt fyri Løgtingið og har vil Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, hava Løgtingið at játta 1,35 milliónir til næmingarnar á Glasi.

Eitt stórt tal av næmingum á Glasi høvdu gjørt klárt at fara á námsferð til Fraklands og Portugals, men brádliga varð alt avlýst dagin fyri tey skuldu fara, tí korona rakti Evropa frá degi til dags.

Tað var skúlin sjálvur, sum í samráð við mentamálaráðið, noktaði næmingunum at fara á hesar námsferðir tí vandin fyri koronu var so stórur.

Næmingarnir høvdu goldið fyri ferðaseðlar, uppihald og ymisk tiltøk, sum tey skuldu til á námsferðini.

– Sambært eini uppgerð frá Glasi, kostar námsferðin 1,65 milliónir krónur, men næmingarnir hava longu fingið slakar 300.000 krónur endurgoldnar, sigur landsstýrismaðurin.

Sostatt hava næmingarnir mist 1,35 milliónir og her er talan um pening, sum næmingarnar hava samlað í felag, ella sum teir hava goldið sjálvir.

Jenis av Rana sigur, at av tí, at tað er skúlin sjálvur, sum hevur avlýst námsferðirnar, metir hann seg hava eina moralska skyldu at endurrinda næmingunum peningin teir hava mist.

Tí vil hann hava Løgtingið at játta næmingunum á Glasi 1,35 milliónir, sum verða markaðar til endurgjald í sambandi við námsferðir. Tað verður skúlin, sum fær ábyrgdina av at endurrinda peningin.