So nógv koppingarevni fáa Føroyar í januar

Nú er greitt, hvussu nógv koppingarevni Førooyar fáa næstu vikurnar

Í gjár vóru fyrstu 120 fólkini koppsett ímóti covid-19. Tað var gjørt við koppingarevni frá BioNTech/Pfizer, sum var fyrsta góðkenda koppingarevnið.

Upprunaliga roknaðu Føroyar við at fáa slakar 4.800 skamtar av Pfizer koppingarevninum í fyrstu veiting fyri ársskiftið, men soleiðis varð ikki. ES samveldið stendur fyri innkeypinum hjá teimum 27 londunum í felagsskapinum, og Føroyar og Grønland fáa sín lut av koppingarevninum ígjøgnum Danmark. Veitingin til ES hevur at byrja við verið minni, enn roknað varð við, og tað ávirkar øll londini – eisini Føroyar.

Í fyrstu syftu fingu Føroyar 975 skamtar. Hetta var parturin, sum Føroyar fingu tillutað av fyrstu veitingunum hjá Danmark. Føroyar hava fingið nakað størri lut av fyrstu veitingunum, enn fólkatalið skuldi givið rætt til.

Fyrsta sendingin av Pfizer koppingarevninum til Føroya var ein bakki við 195 hettugløsum á 5 skamtar. Hetta gevur almenna talið 975 skamtar. Tað hevur víst seg, at tað fáast 6 ella 7 skamtar úr hvørjum glasi, og tí kann roknast við, at í øllum førum 1.100 skamtar fáast úr teimum 195 hettugløsunum í einum bakka. Tveir skamtar skulu brúkast til hvørja koppseting, og tí kunnu umleið 550 fólk koppsetast við hvørjum bakka.

Landsapotekarin stendur fyri innflutninginum av koppingarevni. Statens Serumsinstitut fær koppingarevni frá ES innkeypinum, og síðani verður koppingarevnið sent út haðani – eitt nú til Føroya.

– Vit fáa tríggjar bakkar av koppingarevni afturat fyrstu vikurnar í nýggja árinum, so at vit í viku 5 hava fingið samanlagt 4 bakkar, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.

Hetta merkir, at umleið 1. februar hava Føroyar tilsamans fingið 3.900 skamtar av Pfizer koppingarevninum. Verður roknað við, at meira fæst burtur úr hvørjum hettuglasi, er talan um umleið 4.400 skamtar.

Skulu allir føroyingar yvir 16 ár koppsetast, skulu umleið 80.000 skamtar brúkast.