So nógv hava røttu dekkini at týða

VIDEO: Fríðrikur Bláhamar vísir okkum, sum nógv skjótari ein bilur við vetrardekkum steðgar í hálku – í mun til bil við summardekkum

 

Fríðrikur Bláhamar hevur livað millum dekk alt lívið. Pápin seldi dekk, og tað hevur Fríðrikur eisini gjørt alt vaksna lív sítt. Her stendur hann við einum nýggjum píkadekki Mynd: Álvur Haraldsen

Tað hevur ómetaliga stóran týdning at velja røttu dekkini til vetrarkoyring, tað kann ikki sigast nóg ofta.

 

Í video niðanfyri vísir Fríðrikur Bláhamar, stóri í dekkfyritøkuni FirstStop í Havn, sum alt sítt lív hevur fingist við dekk, hvussu nógv styttri bremsilongd bilur hevur, sum er væl skøddur til vetrarkoyring:

 

##med2##

 

Hendan video vísir sera væl, hvussu nógv røttu vetrardekkini hava at týða

 

 

 

Lesið eisini grein niðanfyri, sum var í Bilblaðnum í Sosialinum 20. oktober:

 

Fyrsti píkadagur farin um bak

 

Men eftirspuringurin eftir píkadekkum er minkaður niður í einki seinastu 30 árini ella so

 

Tað sigur Fríðrikur Bláhamar, stjóri í FirstStop í Havn. Sigur tú Fríðrikur Bláhamar, so sigur tú eisini dekk. Hann hevur verið millum dekk alt lívið, tí tað var pápi hansara, Sámal Bláhamar, sum fyri út við hálvari øld síðani legði lunnar undir dekkverkstaðið Super Dekk, sum Fríðrikur Bláhamar rekur undir navninum FirstStop.

 

– Ja tað er sanniliga nógv broytt viðvíkjandi dekkum hesi árini. Í dag koyrir næstan eingin við píkadekkum, sigur Fríðrikur Bláhamar, nú vit hitta hann eftir at »fyrsti píkadagur«, sum var mánadagin, er farin aftur um bak.

 

Í gomlum døgum var úr at gera hjá dekksølum um hálvan oktober, tí tey vóru so nógv, sum hendan dagin skuldu hava píkadekk undir bilin. Annaðhvørt nýggj dekk, ella dekk, tey høvdu liggjandi og settu undir hvønn vetur.

 

– Um eg telji eftir, so eru tað kanska 5 til 10 bilar av 100, sum fara higani við píkadekkum, sigur royndi dekkmaðurin.

 

Hann sigur tó, at lastbilar og bussar tó ofta hava lamelldekk á trekkakslunum og píkadekk framman, fyri stýringina.

 

– Men annars eru tey øgiliga fá, sum keypa píkadekk í dag, sigur hann.

 

Fríðrikur Bláhamar sigur, at tey flestu koyra við vetrardekkum. Onkur keypir heilársdekk, sum er eitt millumting millum vetrardekk og summardekk.

 

– Michelin hevur eitt, sum roynist væl, og Bridgestone hevur eisini eitt.

 

– Men eg plagi at siga við fólk, sum spyrja eftir heilársdekkum, at tey heldur skulu koyra vetrardekk undir, um tú ætlar at koyra við bilinum í øllum veðri um veturin. Heilársdekk eru fín, um tú býrt í láglendinum til dømis í Týsklandi. Men ikki her í Føroyum. Í Noreg kenna tey slett ikki til heilársdekk, tey brúka bara vetrardekk, lamell dekk.

 

– So plagi eg at siga, at tú skal heldur hava vetrardekk undir bilinum, sigur Fríðrikur Bláhamar, sum vísir á, at bland ofta kemur í, tí fólk kalla vetrardekk fyri heilársdekk.

 

– Vetrardekk eru ikki heilársdekk. Men tú kanst koyra við vetrardekkum alt árið, sigur hann.

 

Fríðrikur Bláhamar sigur, at tað ikki upp á nakran máta er ótrygt at koyra við vetrardekkum alt árið.

 

– Sjálvandi er alt relativt, men ein púra vanligur bilførari, hann koyrir fínt og trygt við lamelldekkum eisini um summarið, tað er als eingin trupulleiki, sigur hann.

 

Í gomlum døgum var rættiligt rok á øllum dekksølum hesa árstíðina, tí fólk skuldu hava píkarnar undir – og tað skuldi ofta vera fyri veturin. Nú er hetta arbeiði meira javnt og planlagt, og sum nevnt sera fáir, sum skulu hava píkar undir.

 

##med3##

 

Og er spurningurin, um tað eru aðrar avbjóðingar við elbilum. Og tað er tað, sigur Fríðrikur Bláhamar.

 

– Ein elbilur vigar gjarna eini 3-500 kg meira enn ein kolvetnisbilur, og hevur ofta eini 2-300 hk fleiri. Tað gevur aðrar avbjóðingar, tí tað slítur upp á dekkini.

 

– Eitt annað, sum nógv verður hugsað um aðrastaðni, er ljóðdálking frá dekkunum, har eru ymisk ES krøv, sum gera seg galdandi, sigur Fríðrikur Bláhamar.

 

Hann vísir á, at har skal man hava í huga, at tað desibeltalið, sum verður upplýst, ikki er um ljóðið inni í bilinum, men uttan fyri bilin.

 

Men hann sigur, at dekk hava eisini kotur, sum siga, hvussu nógva vekt tey tola. Tað kann vera eitt tal, sum til dømis 88, ið stendur á, sum kann merkja, at tey tola 875 kg, ella tað stendur 92, sum kann til dømis merkja, at tey klára 950 kg, bara sum dømi.

 

– Har plaga vit at seta tey dekkini undir elbilar, sum tola størri vekt – og tað eru nýggj viðurskifti, sum vit mugu venja okkum við, sigur hann.

 

Annars dámar honum sjálvum væl dekk við bleytari gummiblanding.

 

– Eg haldi, at tey klára seg betur í kava. Tað er munur á at keypa við rættari gummiblanding, og so at keypa okkurt bíligt merki, sum ikki hevur tað, sigur hann.

 

– Spurningurin er, hvat tú vilt. Vilt tú koyra trygt, so skal tað vera bleytt gummi. Og koyrir tú eftir umstøðunum vanliga, so er stabiliteturin ríkiliga góður, hóast bleytaru dekkini.

 

Sum sagt er glansurin farin av píkatíðini á dekksølunum um miðan oktober.

 

##med4##

 

– Tá kundu vit sita alt vikuskifitð og píka dekk, ofta fleiri hundrað dekk, sum vit skutu píkar í, sigur Fríðrikur. Hann minnist sum smádrongur, at teir fingu 10 kr fyri hvørt dekkið frá pápanum, og tað kom sum vera man væl við hjá smádreingjunum. Í dag koma píkadekkini við píkum, sum eru úr lættmetalli í mun til at teir fyrr vóru úr stáli og hildu nógv longri.

 

Men saman um tikið kann sigast, at tað fullkomiliga er vent í holuni viðvíkjandi píkadekkum, sum í dag er tann minni parturin, millum 5 og 10 prosent, meðan tann parturin lá um 70 prosent fyri 20-30 árum síðani, heldur Fríðrikur Bláhamar.

 

– Vit hava so fáar kavadagar í Føroyum, heldur Fríðikur Bláhamar, og um vit ikki hava serligar avbjóðingar viðvíkjandi koyring, so eru vetrardekkini, ella lamelldekkini besta loysnin hjá teimum flestu, sigur hann.

 

 

 

Fríðrikur Bláhamar hevur livað millum dekk alt lívið. Pápin seldi dekk, og tað hevur Fríðrikur eisini gjørt alt vaksna lív sítt. Her stendur hann við einum nýggjum píkadekki Mynd: Álvur Haraldsen