Sjúrður Skaale var toppskorari við 3.337 atkvøðum, valdur fyri Javnaðarflokkin, sum á valinum var næststørstur við 6.640 atkvøðum, sum svarar til 25,6 prosent.
Næstflestar atkvøður av teimum, sum stilla uppaftur hesaferð, fekk Høgni Hoydal úr Tjóðveldi. Hann fekk 1.298 persónligar atkvøður. Tjóðveldi fekk 4.832 atkøvður, sum svarar til 18,6 prosent.
Tann triði av teimum, sum stilla upp hesaferð, og sum fekk yvir 1.000 atkvøður seinast, er Kaj Leo Holm Johannesen, sum fekk 1.036 atkvøður á seinasta fólkatingsvali. Sambandsflokkurin gjørdist størstur á valinum við 7.360 atkøvðum, sum svarar til 28,3 prosent.
Bárður Nielsen, formaður Sambandsfloksins, fekk 978 atkvøður, og Magni Arge, sum røkti fólkatingssessin fyri Høgna Hoydal úr Tjóðveldi fekk 949 persónliga atkvøður.
Hjá flokkunum snýr tað seg um at hava so mong fólk á listunum, sum fáa so nógvar atkvøður tilsamans sum gjørligt. Tí tað eru bara tveir flokkar, sum vinna.
Hyggja vit eftir miðalatkvøðutalinum hjá teimum, sum hava stillað upp áður, so sær tað soleiðis út hesaferð:
1. Javnaðarflokkurin: 676 atkøvður
2. Fólkaflokkurin: 656 atkvøður
3. Tjóðveldi: 498 atkvøður
4. Sambandsflokkurin: 401 atkvøður
5. Miðflokkurin: 218 atkvøður
6. Framsókn: 105 atkvøður
So nógvar atkvøður fingu tey seinast, sum eisini stilla upp til fólkatingsvalið hesaferð:
1 Sjúrður Skaale C 3.337
2 Høgni Hoydal E 1.298
3 Kaj Leo Holm Johannesen B 1.036
4 Bárður á Steig Nielsen B 978
5 Magni Arge E 949
6 Uni Rasmussen A 827
7 Aksel V. Johannesen C 772
8 Jørgen Niclasen A 750
9 Christian Andreasen A 709
10 Jacob Vestergaard A 707
11 Beinir Johannesen A 677
12 Magnus Rasmussen B 520
13 Helgi Abrahamsen B 491
14 Jógvan á Lakjuni A 481
15 Elsebeth M. Gunnleygsdóttir A 443
16 Barbara Gaardlykke Apol C 392
17 Bjørt Samuelsen E 349
18 Eyðdis Hartmann Niclasen B 303
19 Sirið Stenberg E 301
20 Johan Dahl B 293
21 Henrik Old C 265
22 Jenis av Rana* H 258
23 Annita á Fríðríksmørk E 229
24 Hervør Pálsdóttir E 227
25 Edva Jacobsen B 225
26 Djóni Nolsøe Joensen C 219
27 Jaspur Langgaard B 205
28 Bjarni Hammer C 190
29 Rósa Samuelsen B 188
30 Bill Justinussen* H 177
31 Bjarni Kárason Petersen F 148
32 Kristianna Winther Poulsen C 136
33 Ingolf Olsen E 136
34 Ruth Vang F 109
35 Hanna Jensen F 102
36 Eyðgunn Samuelsen C 99
37 Jensia Højgaard Kjærbæk B 92
38 Erhard Joensen B 83
39 Súsanna Olsen F 61
40 Sólvit Emilsson Nolsø A
41 Árni Skaale A
42 Haraldur Símunarson Hammer B
43 Anna Falkenberg B
44 Petrina Berg á Lag B
45 Frimodt Rasmussen B
46 Hanna Ovadóttir B
47 Sámal Hanni Lognberg B
48 Sigrið Sámalsdóttir Hentze C
49 Ingilín D. Strøm C
50 Jóan Pauli Dahl Jakobsen C
51 Jóhannis Joensen C
52 Bjørg Dam C
53 Ásla Laila Birgirsdóttir Johansen E
54 Beinta Løwe E
55 Jóhan Christiansen E
56 Kristian Oskar Henriksen E
57 Liljan Weihe E
58 Rógvi Nybo E
59 Karlot Hergeirsson F
60 Steffan Klein Poulsen H
*) Miðflokkurin stillaði ikki upp á seinasta fólkatingsvali, tølini eru frá fólkatingsvalinum í 2015
##med2##
##med3##
##med4##