So reyk enn ein venjari

Premier League: Sætti venjarin er longu koyrdur hetta kappingarárið

Swansea hevur í dag boðað frá, at Paul Clement er koyrdur sum venjari hjá felagnum. Hann er sætti venjarin, sum fær fótin í hesum kappingarárinum. Hinir eru Frank De Boer (Crystal Palace), Ronald Koeman (Everton), Craig Shakespeare (Leicester), Slavan Bilic (West Ham) og Tony Pulis (West Bromwich).

 

Swansea liggur aftast í Premier League, eftir 18 umfør. Tað hevur verið trýst á Paul Clement síðani kappingarbyrjan, men tað hevur ljóðað frá leiðsluni, at felagið ætlaði at geva honum góða tíð at venda gongdini.

 

Í fjør hevði Swansea ikki færri enn tríggjar venjarar. Tað byrjaði við Francesco Guidolin, so Bob Bradley og endaði við Paul Clement, sum nú er koyrdur. Fyribils favorittar at taka yvir eru Roberto Martinez (Belgia), Ronald Koeman og Chris Wilder (Sheffield United)