FLOGBÓLTUR
Føroyska kvinnuliðið var ikki til at kenna aftur, tá tað í gjár fór á vøllin ímóti Gotlandi. Her vóru ongar av ónollunum frá dystinum ímóti Grønlandi at síggja, og talan var bara um hendinga feilir allan dystin.
Eftir eitt fyrsta sett, sum Føroyar vunnu 25-9, kom av álvara í øðrum setti til sjóndar, hvussu væl tað kann liggja fyri, tá allar gera sær ómak. Helst er hetta eisini størsti settsigur hjá Føroyum nakrantíð í oyggjaleikaflogbólti, tí eftir at hava verið á odda 18-0, vunnu kvinnurnar settið 25-2!
Og hóast Gotland royndi at muta eitt sindur ímóti í triðja setti, var heldur einki at gera har. Hóast onkrar útskiftingar á føroyska liðnum, var eisini hetta settið koyrt trygt í posan við úrslitinum 25-11.
Yvirhøvur var talan um ein sera sannførandi 3-0 sigur, ið var grundaður á álopsspælið, ið koyrdi framúr væl allan dystin. Skinklandi innsatsurin ímóti Grønlandi var lagdur aftur um bak, og nú sást, at knotur vóru í føroysku kvinnunum, ið kunnu vera øgiligar, tá tær fáa alt at ganga eftir vild.
----------------------------
FAKTA um dystirnar
Kvinnur: Føroyar-Gotland 3-0 (25-9, 25-2, 25-11)
Menn: Føroyar-Caymanoyggjar 3-2 (25-22, 23-25, 17-25, 25-20, 19-17)