Veit ikki, hvørjum leisti Anfinn hevur arbeitt eftir, men eitt av uppskotunum var at lækka játtanina til Barnatænastuna (fyrr heilsusystrarnar) við 1,2 milliónum. Nú veit eg heldur ikki, hvussu Edvard í Skorini Joensen á Vikublaðnum hevur lisið fíggjarlógaruppskotið, men hann ringir til leiðaran fyri Barnatænastuna, sum er á fundi. Edvard spyr stutt og greitt leiðaran, hvussu nógv størv 1,2 millión er í hennara høpi. Hon svarar trý. Síðan biðjur Edvard farvæl. Hann setir seg so at skriva eina grein um, at nú vil løgtingið taka trý størv frá Barnatænastuni. Sambandsmenn teljast millum teirra, sum nærlesa Vikublaðið. Teir lesa tí eisini greinina hjá Edvardi, og eru skjótir at seta fram broytingaruppskot við triðju viðgerð um, at játtanin til Barnatænastuna verður hækkað aftur við 1,2 milliónum. Uppskotið fellur sjálvsagt, tí eingin uttan Anfinn Kallsberg hevur nakran tíð ætlað at lækka játtanina til Barnatænastuna.
Teir í Útvarpinum hava kanska ikki so nógv spennandi tíðindi at bera mánamorgunin eftir. Og so síggja teir, at løgtingið ikki vil hækka játtanina aftur til Barnatænastuna, og at løgtingið tí vil taka trý størv frá framman undan niðurpínda stovninum. Og so er tað ein søga mánamorgunin í Útvarpinum.
Nú stóðu løgtingsfólk á herðunum á hvørjum øðrum til tess at sleppa framm at at spilla samgonguna út og kalla hana óseriøsa. Hetta tá 2.og 3. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fór fram hósdagin og fríggjadagin. Haldi, at menn áttu at sópa fyri egnum hurðum allarfyrst. Men kanska eigur Edvard at krevja eitt hvørt fyri copyright.
Annars gott summar øll tit seriøsu.