Seinnapartin í dag er aftur nýtt í málinum um 68 ára gomlu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr bústaði sínum í fjør heyst, tá hugsandi ránarar – umframt at fara avstað við kvinnuni – eisini kravdu at fáa níggju miljónir evrur í kryptovluta, sum verður rópt Monero.
Haraftrat skuldi annað møguligt samskifti fara fram um ein annan pall, eitt annað slag av kryptovaluta.
Hetta merkir, veit VG í Noregi, at siga í dag, at familjan til burturblivnu Anne-Elisabeth Hagen, noyddist at fyrihalda seg til tveir ymiskar pallar í kryptovaluta eftir hugsandi ránið. Tey skuldu nevniliga brúka ein pall, um tey vildu ganga kravinum um loysigjald á møti – og ein annan pall til samskifti við møguligu ránararnar.
Løgreglan hevur áður váttað, at Hagen-familjan hevur verið noydd at fremja ivasamt ”keyp” – ella transaktion – í kryptovaluta, hvørja ferð tey skuldu senda boð frá sær um digitala pallin.
VG skrivar, at higartil hevur tað ikki verið kent, at talan hevur verið um eitt annað slag av kryptovaluta enn Monero, sum kravið um loysigjald kom í. VG hevur nevniliga áður skrivað, at eisini samskifti skuldi hava gingið fyri seg um Monero, men hetta vísir seg nú ikki at vera rætt.
Sjálvt um tað ber til at senda krypterað boð um Monero-gjøld, valdu møguligu ránararnir, at samskifti skuldi ganga um eitt annað slag av kryptovaluta.
- Í tíðini frá tí, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv og fram til, at málið gjørdist alment kent, verður sagt, at dialogurin hevur verið ”svært begrenset”, sum norðmenn siga, og talan hevur ongantíð verið um munnligt samskifti millum partarnar, skrivar VG.
Sambært upplýsingum, sum VG hevur fingið, hevur Hagen-familjan goldið smærri peningaupphæddir fyri samskifti við mótpartin. Men, hvørki kanningarleiðarin hjá løgregluni, Tommy Brøske ella advokaturin hjá Hagen-familjuni, Svein Holden, vilja gera viðmerkingar til upplýsingarnar hjá VG.
Peningaupphæddirnar, sum eru goldnar, hava eftir øllum at døma verið so smáar, at tað hevur ikki verið trupult at góðtikið tær, men tøknin kring fyrsta digitala pallin var ein avbjóðing.
Hin 16. januar fekk Hagen-familjan tað, sum verður hildið at vera seinastu boðini frá mótpartinum sum vórðu send um kryptovaluta. Umleið eina viku seinni kallaði advokaturin hjá familjuni til tíðindafundar fyri at upplýsa um nýggju boðini.
Á tíðindafundinum eggjaði advokaturin hugsandi mótpartin um at brúka ein annan digitalan pall, sum hann helt vera betri egnaður til samskifti. Nakrar fáar dagar seinni varð áheitanin gingin á møti við einari treyt: Tað er nú ikki longur møguligt hjá Hagen-familjuni at svara boðunum, sum tey fáa á nýggju rásini.
Hetta hevur ført til, at løgregla og advokaturin nú eru noydd til at kalla til tíðindafundar fyri á henda hátt at fáa síni svar til hugsandi mótpartin – altso um tíðindatænastuna.
Sambært upplýsingum, sum VG hevur, er nýggi digitali pallurin eisini eitt slag av kryptovaluta. Higartil hevur løgreglan frárátt Hagen-familjuni at ganga kravinum um loysigjald á møti, fyrr enn hugsandi ránararnir hava veitt familjuni vissu fyri, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi.
Tey, sum kunnu hava rænt hina 68 ára gomul, hava latið advokatin hjá familjuni fáa at vita, hvussu tey kunnu lata familjuna fáa at vita, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. Løgreglan hevur góðtikið mátan, ið ætlanin er at gera hetta, men enn eru eingi prógv yvirhøvur fingin fyri, at ríkmanskonan er á lívi.