Týska flogfelagið Lufthansa hevur í morgun lagt fram roknskapin fyri 2020, sum vísir eitt hall upp á 50 milliardir krónur.
Her er eitt yvirlit yvir, hvussu stór hall ymisk stór flogfeløg í Evropa hava havt í fjør.
Tað eru munir á stóru flogfeløgunum – eitt nú hvussu nógv starvsfólk tey hava – og tí kunnu tølini ikki samanberast beinleiðis:
Air France-KLM: - 52 milliardir krónur.
IAG - sum British Airways eigur: - 51,5 milliardir krónur.
Lufthansa: - 50 milliardir krónur.
Norwegian: - 16,7 milliardir krónur.
Easyjet: - 9,3 milliardir krónur*.
Ryanair: - 8,1 milliardir krónur**.
SAS: - 6,8 milliardir krónur.
Keldur: Flogfeløgini.
* Hava forskotið roknskaparár. Úrslitið fevnir um skeiðið frá oktober í 2019 til oktober 2020.
** Hava forskotið roknskaparár – úrslitini eru løgd saman fyri fjórðingsár ymsu árini.
/ritzau/