So tapti ÍF

Fram er aftur við í stríðnum um gullmerkini

Fram-ÍF 3-1

OddaliðIð í meistaradeildini hjá monnum ÍF, mátti sunnudagin leggja rygg til fyrsta ósigur í ár í landskappingini. Fuglfirðingar vóru á vitjan í Hoyvíkshøllini, har mótstøðuliðIð var Fram. Dysturin endaðI við einum 3-1 sigri til heimaliðIð, sun harvið steðgaðI sigursgongdini hjá ÍF.

Hjá Fram má sigurin kennast kærkomin, tí felagið hevur staðIð fyri skotum seinastu tíðina. Eftir at hava fingið úrskurðin, at teir nýttu ólógliga leikara í dystinum imóti Mjølnir, var neyðugt hjá havnarliðnum at vinna dystin sunnudagin, um framvegis skuldu verið við í kappingini um gullmerkini.

Fyri fuglfirðingar var talan um fyrsta ósigur í ár, men framvegis liggja teir leysir av hinum liðunum, Komandi vikuskiftið skulu teir til klaksvíkar at leika ímóti Mjølnir, og tapa teir dystin, so kemur rættiligur spenningur í aftur meistaradeildina hjá monnum.