So varð undirskriftin í lagi

Eftir at tíðndafundur í Føroyum, prát við miðlar og annað av sama slag var liðugt, er tað nú álvari hjá Inga Højsted. Í dag skrivaðu hann og Birmingham undir sáttmálan, sum í fyrstu atløgu bindur føroyska miðvallaran at felagnum fram til 30. juni komandi. Og um alt gongst eftir vild, so verður talan eftir hetta um trý ára sáttmála.