So verður koyrandi eftir Klingruni

Í morgin letur Tórshavnar kommuna upp vegin millum býlingini inni á Gøtu og Løgmannabreyt - nevndur Klingran. Í hesum sambandi verður skipað fyri hátíðarhaldi við Ovaragøtu klokkan 10, har børn frá býlingshúsinum inni í Gøtu planta trø, forkvinnan í teknisku nevnd, Marin Katrina Frýdal, ber fram eina heilsan. Síðani verður vegurin Klingran verður alment tikin í nýtslu.

Sambært býráðnum er endamálið við vegnum at knýta ovar partarnar í Hoyvíkshaganum saman, so at koyrandi kann vera millum útstykkingina inni í Gøtu, útstykkingarnar við Løgmannabreyt og við Flatarvegin. Hetta fyri at lætta um á verandi veganeti í norðara parti av býnum.

Farið varð undir arbeiðið fyrst í 2007 og arbeiðið var liðugt í mai 2009. Samlaða játtanin fyri vegaarbeiðið var umleið 30 mió kr.

P/F J&K. Petersens Contractors hava staðið fyri arbeiðnum. Ráðgevi hjá kommununi var p/F HMP Consult.

Vegurin er umleið 1150 m til longdar og hevur eina samlaða vegabreidd upp á 13m (hvør gongubreyt 1,5 m, súklubreyt 1,5 m og koyribreyt 3,5 m). Við vegamótið á Løgmannabreyt er gjørd rundkoyring við diametri á 20,5 m.