Ragnhild Olsen
?????????????????
Vit tóku ímóti teimum á flogvøllinum. Tey vóru sera troytt eftir ferðina og gleddu seg tískil at koma á LO-skúlan. Júst, sum fyri okkum, tá vit komu til Filipsoyggjarnar, var alt her sera annaleiðis fyri tey. Eftir at hava brúkt eini 8 tímar á flogvøllinum í Manila, áðrenn alt var í lagi, nýttist teimum bert eina løtu í Kastrup, til tey høvdu fingið viðførið og leiðin gekk til Helsingør. Tá vit fóru niður til tokið, vóru tey sera bilsin av at síggja, at alt var sera friðarligt og at teimum ikki nýttist at troðka, og at tokið enntá næstan var ljóðleyst. Men størsti munurin var kuldin. Tey flestu høvdu aldri upplivað at verið so køld fyrr, og harumframt vóru tey enn í stuttum buksum og sandalum. Fleiri av teimum høvdu so gott sum ongi heit klæði og ongar ordiligar skógvar. Tað fyrsta vit gjørdu, tá vit komu á skúlan, var at finna øll klæði, vit kundu vera fyri uttan, fram at læna teimum, og hetta vóru tey sera takksom fyri.
Vit høvdu fyrireikað uppihaldið hjá teimum sera væl. Hetta var ein liður í okkara VPG-skeiði. VPG stendur fyri voksen peda-gogisk grundkursus, og hetta var ein sera góður háttur at royna at undirvísa og leggja til rættis. Vit vóru býtt í bólkar, og hvør bólkur hevði fingið síni evni at lýsa. Vit høvdu avgjørt, at tað sum kom at fylla mest skuldi vera vælferðarsamfelagið og demokrati. Nógv spennandi tiltøk vóru á skránni komandi 14 dagarnar.
Ráðstevna um demokrati
Vit høvdu fyrireikað eina ráðstevnu, har evnið var demokrati. Ráðstevnan var almenn, og m.a. vóru donsk ungfólk, sum høvdu áhuga fyri politikki og fleiri frá Internationala háskúlanum í Helsingør komin at vera saman við okkum hendan dagin. Ráðstevnan eydnaðist sera væl. Georg Metz, sum er kendur journalistur í Danmark, var og segði sína hugsan um, hvønn leiklut fjølmiðlar eiga í einum demokratiskum samfelag. Tá vit vóru á Filipsoyggjunum, vóru vit og vitjaðu á einari almennari sjónvarpsrás, og har søgdu tey okkum, at tey ikki høvdu loyvi til at vera kritisk yvirfyri stjórnini og politikkinum, sum verður førdur. Georg Metz segði m.a. at talu - og skrivifrælsi var ein av grundarsteinunum undir einum demokratiskum samfelag, og at fjølmiðlar altíð eiga at vera kritiskir og objektivir. Her var heilt avgjørt ein stórur munur á journalistisku mentanini í báðum londunum.
Eisini var kjak um ES. Hetta var ikki so langt áðrenn valið til Evropa-parlamentið, og tað var kanska eitt sindur óheppið, tí kjakið var í ov stóran mun merkt av, hvat fólk ætlaðu sær at velja, og ikki, sum vit høvdu ætlað, hvat ES merkir fyri Evropa og restina av heiminum. Vit komu tó inn á evni sum t.d. menningarhjálp og stuðul til landbúnaðin, og her fingu vit eitt gott kjak.
Eisini vóru umboð frá Amnesty International í Danmark og søgdu frá teirra arbeiði. Ed Dela Torres, sum er leiðari av Education for life, hevur sitið fongslaður í 13 ár, tí hann varð mettur at vera vandamikil fyri Marcos-stýrið. Hann segði eisini sína søgu. Tað var ógvuliga rørandi at hoyra hann siga frá.
Tað var eisini ein sera løgin kensla, at heimurin, við øllum sínum órættvísi, knappliga var so nær. Hetta eru vit ikki von við. Vit í Norðanlondum kunnu gott bara liva í okkara egnu lítlu dreymaverð, og als ikki taka støðu til hvat er rætt ella skeivt, um okkum lystir. Men hava vit øll ikki ábyrgd fyri hvørjum øðrum? Er tað ikki okkara skylda sum heimsborgarar at hjálpa teimum, sum eru illa stødd? Eg haldi at hetta var ein ógvuliga læruríkur dagur fyri okkum øll sum vóru á ráðstevnuni.
Á vitjan í Fólkatinginum
Í síðstu viku varð úrslitið av forsetavalinum á Filipsoyggjunum endiliga kunngjørt. Valið var 10. mai, so ikki kann sigast annað enn at tað hevur tikið langa tíð at telja atkvøðurnar. Úrslitið kom tó ikki óvart á nakran av okkum, ella nakran av filippinunum. Tey roknaðu við, at tað var líkamikið hvør fekk mest atkvøður, tí Gloria Macapagal Arroyo skuldi nokk verða forseti óansæð. Hon sigst verða stuðlað av filippinsku mafiuni. Og Gloria Macapagal varð eisini filippinskur forseti. Ivi er sáddur um, hvørt snýtt hevur verið við uppteljingini ella ikki...
Vit tosaðu nógv um munin á donsku og filippinsku stjórnini. Tey hildu danska Fólkatingið vera sera áhugavert. Í Danmark hevur veljarin nógv størri ávirkan á politikkin sum verður førdur, og hevur harumframt møguleika at fylgja við, hvat hendir í Fólkatinginum.
Tann eina dagin vóru vit í Keypmannahavn. Tá vit skuldu vísa teimum býin, hildu vit at ein sera týdningarmikil partur var at vitja Fólkatingið. Tey hildu tað vera sera flott og áhugavert, men hetta kom eisini at vera ein sera stuttlig vitjan. Tá vit vóru komin útum aftur, kom ongin minni enn Mogens Lykketoft at heilsa uppá okkum. Hann var sera áhugaður í okkara verkætlan, so vit fingu eitt hugnaligt prát og sluppu eisini at taka myndir. Tey hildu tað vera eina stóra uppliving, at hann kom yvir at práta við okkum, men tá tey sóu at hann fór súkklandi avstað aftur, uttan nakrar vaktir, gjørdust tey sera bilsin...
Vitjaðu kasernu
Á Filipsoyggjunum er tað gerandiskostur at síggja vápnaðar hermenn. Hvar tú vendir tær sært tú hermenn standa og ansa eftir. Tú fært eina kenslu av, at teir ikki eru har fyri at verja teg, men heldur at ansa eftir, at tú ikki gert nakað, sum kann uppfatast sum uppreistur móti stjórnini. Um tú ætlaði tær á studentaskúla undir Marcos-stýrinum, varð tað ein treyt at bæði gentur og dreingir høvdu lokið eina hernaðarútbúgving. Flestu filippinar minnast hetta sum eina ringa tíð. Einstaki borgarin hevði onki frælsi, fleiri túsund fólk, sum vóru atfinn-ingarsom mótvegis stjórnini, vórðu fongslað og uppaftur fleiri túsund hvurvu og komu aldrin aftur.
Tey vóru tí sera áhugað at hoyra um donsku skipanina við hernaðarskyldu, hvussu hon virkar og hvat fólk halda um hana. Vit fóru tí at vitja eina kasernu beint uttanfyri Birkerød. Hendan kasernan hevur m.a. ábyrgdina av kongaligu vaktarmonnunum (gardunum). Tey vóru sera bilsin av at síggja hvussu góðar umstøður donsku hermenninir hava. Nógvir av donsku hermonnunum, sum í løtuni eru staddir í Irak, koma frá hesari kasernuni, og hetta merkti eisini kjakið hendan dagin. Sjálvt um vit koma frá ymsum heimspartum og hava sera ymiskar liviumstøður, so eru vit rættiliga samd, tá vit tosa um kríggið í Irak, leiklutin hjá donsku hermonnunum í Irak og leiklutin hjá USA við George W. Bush á odda.
Vælferðarsamfelagið
Nógvir spennandi fyrilestrar vóru á skránni hesar tvær vikurnar tey vóru og vitjaðu. Vælferðarsamfelagið varð eitt gjøgnumgangandi evni, og fyri at lýsa tað so væl sum gjørligt, høvdu vit umboð frá ymiskum samfelagsbólkum. Vit høvdu lærarar á vitjan, sum søgdu frá um donsku skúlaskipanina, og stuðulsskipanina, og vit vóru eisini og vitjaðu ein skúla. Eitt sum eyðkennir vælferðarsam-felagið er eisini, at vit hava fleiri fakfeløg, og at áhugafeløg eru fyri nærum øllum, so vit høvdu eisini vitjan av umboðum frá ymiskum fakfeløgum og áhugafeløgum, sum søgdu frá teirra søgu og hvussu eitt slíkt felag arbeiðir. Eisini høvdu vit vitjan av einum pensjónisti, sum segði frá um pensjónsskipanina í Danmark.
Men vit vildu eisini vísa teim-um at ein baksíða er við øllum. Sjálvt um vit í nógvar mátar eru betri stillaði enn tey, eru eisini fleiri sum »ikki passa inn« í vælferðarsamfelagið. Tey vóru sera kløkk av at fáa at vita, at nógv fólk, bæði ung og gomul, føla seg einsamøll, at nógv foreldur ikki nýta serliga nógva tíð saman við børnum sínum, at umleið helvtin av teimum sum gifta seg í Danmark skiljast o.s.fr. Eg haldi eisini sjálv at júst hetta er ein sera týdningarmikil partur av okkara verkætlan, at vit ikki eru saman í ein mánaða fyri at tey skulu fáa at vita, at alt í Danmark er betri enn á Filipsoyggjunum. Tað sum vit øll kunnu læra nakað av er, at vit skilja mentanina og virðini hjá hvørjum øðrum, virða hvønn annan sum einstaklingar og samfelag, og at vit hava verið saman um nakað, sum vit kunnu byggja víðari á.
Eftirmeting
Eftir at vit hava verið saman í ein mánaða, var tað sera ringt at siga farvæl. Vit hava upplivað nógv saman, hava lært nógv av hvørjum øðrum og hava fingið vinir fyri lívið. Eg haldi at vit kunnu læra nógv av at vera saman við fólki, sum veruliga hava upplivað órættvísi. Vit hava lyndi til bert at hugsa um okkum sjálvi, og nógv sum okkara forfedrar og okkara eldru hava kempað fyri, taka vit bara fyri givið. Kanska vit í veruleikanum kunnu læra meira av filippinun-um, enn tey kunnu læra av okkum...
Eg eri sera glað fyri mítt uppihald á Vetrarskúlanum í Helsin-gør. Eg haldi at tað hevur verið sera áhugavert, læruríkt og mennandi, og eg vil ráða øllum til at fara á háskúla, um tey hava hug til at royna okkurt annað. Eg haldi at Vetrarskúlin hevur livað upp til lýsingina, sum segði, at: »Nu kommer verden til dig«. Eg føli meg í hvussu er ógvuliga hepnan at hava verið ein av teimum 26 á Vetrarskúlanum 2004, sum fingu hendan møguleikan at uppliva ein annan part av heiminum, teirra mentan og teirra stóra gestablídni.
At enda vil eg nýta høvið til at takka teimum fakfeløgum, Javn-aðarflokkinum, Sosialistiskum Ungmannafelag og Sosialinum, sum hava stuðlað mínum uppihaldi á Vetrarskeiðnum á LO-skúlanum í Helsingør.