Í 50 ár hava vit havt ábyrgd av barnaverndarøkinum. Umsitingin av barnaforsorgini kom á føroyskar hendur í 1975, og í 2006 var málsøkið yvirtikið og vit fingu føroyska lóggávu á økinum.
Hóast umsiting og lógarverk hevur verið á føroyskum hondum eina hálva øld, so senda vit framvegis børn og ung av landinum, tí vit siga okkum ikki megna at taka okkum av teimum. Í løtuni er trý børn á stovni í Danmark.
Hetta er ein myrkur blettur í okkara søgu, sum sjóneykan eigur at verða sett á. Vit mugu hava dirvið til at kanna okkara egnu fortíð. Bæði fyri at taka ábyrgd av fortíðarinnar avgerðum, men mest av øllum fyri at læra av søguni og tryggja, at børn og ung framyvir eru í góðum hondum í Føroyum.
Tað hevði tí, eftir mínum tykki, verið hóskandi at gjørt eina kanning um øll hesi børn og ungu, sum føroyskir myndugleikar hava sent av landinum seinastu 50 árini og tíverri framvegis senda av landinum. Tey hava verið fyri dupultum sviki – fyrst í heiminum og síðani av myndugleikanum. Tey, sum vórðu, og tíverri framvegis verða, send av landinum hava uppiborið at kenna søguna.
Vit mugu taka ábyrgd, læra av okkara mistøkum og tryggja at vit í framtíðini geva okkara børnum og ungu ein tryggan og góðan uppvøkstur í Føroyum.
Tí havi eg sett landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, hesar spurningar:
- Hvussu nógv børn og ung eru send av landinum síðani apríl 1975, tá umsitingin av barnaforsorgini bleiv flutt til Føroyar?
- Hvussu nógv børn eru send av landinum síðani Føroyar fingu egna lóggávu á barnaverndarøkinum í 2006?
- Vil landsstýrismaðurin seta eina kanning í verk um handfaringina av hesum persónum, sum seinastu 50 árini eru send av landinum?
Liljan Weihe
Tingkvinna, Tjóðveldi