Søgan um Nes kommunu út í bók

- Tað hevur skund at fáa bygdasøguna skrivaða nú, sigur borgarstjórin, Jóhannus Danielsen.

- Tað, sum higartil hevur verið skrivað um søguna hjá okkara plássi, er komið í ymiskum bitum, sum ymisk fólk hava skrivað ella sagt. Eingin skipað bygdasøga er skrivað og enn minni givin út í bók, eins og fleiri aðrar bygdir kring landið hava fingið sína søgu í bók, sum eftirtíðin kann hava gagn og gleði av.

 

Tað sigur Nes kommuna, sum nú hevur tikið ítøkilig stig til, at søgan um Toftir, Nes og Saltnes verður fest á blað og givin út í bók.

 

Nýggja bygdaráðið fyri Nes kommunu tók stigið og heitti á nakrar persónar um at koma í ein fyrireikingarbólk. Í hesum bólki eru Elin á Torkilsheyggi, sum umboðar kommununa, Niklas Foldbo, Thorleif Hansen og Tórður Mikkelsen.

 

Bólkurin hevur síðani í summar verið saman nakrar ferðir, og ætlanin er, at Helgi Jacobsen skal skriva bygdasøguna. Helgi hevur latið fleiri dygdarverk úr hondum, eitt nú bókina um slóðbrótaran, Júst í Túni av Toftum og Vestmanna søgu.

 

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, sigur við heimasíðuna hjá Nes kommunu, at tað hevur skund at fáa bygdasøguna skrivaða nú, meðan vit framvegis hava ímillum okkum fólk, sum hava upplivað tær stóru broytingarnar í okkara samfelag, men hesi fólk fækkast skjótt.

 

- Mikukvøldið hin 5. februar klokkan 19.30 verður eitt bygdasøgukvøld í Tofta skúla, har bygdasøgan fyri Toftir, Nes og Saltnes er evnið, og tá verður høvi hjá øllum at koma við sínum íkasti til arbeiðið við bygdasøguni. Miðað verður eftir, at bygdasøgan skal koma út í 2017, tá Nes Kommuna fyllir 50 ár, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.