Stjórnin undir Donald Trump hevur ákært bæði Voice of America og eina røð av øðrum skattafíggjaðum miðlum fyri at vera ímóti konservativum virðum. - Mynd: Dado Ruvic

Søgulig útvarpsstøð fær møguligt banahøgg

Trump-stjórnin sveiggjar framvegis knívin av sparingum yvir sjónvarps- og útvarpsstøðina Voice of America, sum einaferð varð stovnað fyri at standa ímóti nazistiskari propaganda og stuðla amerikanskum virðum.

Stjórnin undir Donald Trump hevur ákært bæði Voice of America og eina røð av øðrum skattafíggjaðum miðlum fyri at vera ímóti konservativum virðum. - Mynd: Dado Ruvic

639 starvsfólk afturat fingu fríggjadagin at vita, at tey skuldu sigast úr starvi innan Voice of America og myndugleikanum, sum hevur eftirlit við miðlinum.

Hetta fer at minka útvarps- og sjónvarpsrásina niður í ein brotpart av fyrrverandi støddini.

Sambært tíðindastovuni Reuters kann hetta sera væl vera banahøggið hjá Voice of America.

Seinastu uppsagnirnar hava við sær, at tilsamans 1.400 fólk eru uppsøgd hjá Voice of America og myndugleikanum The US Agency for Global Media (USAGM) síðani mars.

 

/Ritzau/

 

 

 

Stjórnin undir Donald Trump hevur ákært bæði Voice of America og eina røð av øðrum skattafíggjaðum miðlum fyri at vera ímóti konservativum virðum. - Mynd: Dado Ruvic