Nú sunndagin tekur Ovi Brim við kallinum sum sóknarprestur í Nes og Gøtu kirkjusókn.
Aloftast verða prestarnir vígdir í Havnar kirkju, dómkirkjuni. Men av tíðarávum og tí dómkirkjan í Havn í løtuni verður umvæld, hevur bispur tikið avgerð um, at prestvígslan verður í Fríðrikskirkjuni. Hetta hendir nú sunnudagin klokkan 11.
- Hetta er ikki fyrstu ferð, at prestar verða vígdir í eini kirkju uttan fyri Havnina. Seta vit søguliga markið við yvirtøkuna av fólkakirkjuni, so vórðu bæði Símun Persson Jacobsen og Hanus á Gørðum prestvígdir í Hvalbiar kirkju í august 2007. Hans Jacob Joensen, biskupur, prestvígdi teir til tænastu ávikavist í Suðuroyar norðara og Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.
Ovi Brim hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn. Hann er 28 ára gamal og er giftur við Hallgerð Brim, og tey eiga sonin Olaf.