Søguligt: Nýggj stjórn um miðjuna í Danmark

Javnaðarflokkurin, Vinstri og Moderatarnir skipa stjórn um miðjuna

 

Mette Frederiksen fór í kvøld frá stjórnarsamráðingunum á Marienborg fyri at koyra til Amalienborg. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Ein nýggj stjórn verður kunngjørd í Danmark hósdagin við Javnaðarflokkinum, Vinstra og Moderatunum, sum hava samráðst um stjórn síðani fólkatingsvalið 1. november.

Tað upplýsir virkandi forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, eftir at hava vitjað drotninga á Amalienborg í kvøld.

– Eg havi her í kvøld boðað hennara hátign drotningini frá, at tað gera vit. Hósdagin verður stjórnin kunnjgørd, og í henni eru Javnaðarflokkurin, Vintsri og Moderatarnir, sigur Mette Frederiksen.

Teir tríggir flokkarnir við 89 tingsessum eru í veruleikanum ein meirilutastjórn, tá fólktingsfólkini úr Føroyum og Grønlandi vanliga ikki blanda seg í danskan politikk.

Meirilutastjórnir eru sjáldsamar í Danmark, har tað sum oftast eru minnilutastjórnir. Stjórnin fer tó støðugt at leita eftir breiðum avtalum.

– Vit vilja alla tíðina royna, um vit kunnu gera breiðari meiriluta enn tann, sum vit umboða.

– Tað eru fleiri semjur, men enn týdningarmiklari eru fleiri ætlanir, sigur Mette Frederiksen.

Javnaðarflokkurin fór til val upp á eina breiða stjórn um miðjuna vegna aktuellu støðuna í heiminum og tørvin á nýskipanum í Danmark.

– Vit hava havt eina drúgva, men rættiliga góða tilgongd. Hetta er nakað nýtt, tað er ikki slíkt, ið vit eru von við í Danmark.

– Eg havi leingi hildið, at tað er hetta, land okkara hevur brúk fyri. Bæði vegna kreppuna vit eru í  – inflatión, kríggj í Evropa – men eisini tí okkum tørvar at taka avgerðir, sum krevja, at vit hava aðrar hugsanir, sigur hon.

Eitt stjórnargrundarlag verður kunngjørt í morgin klokkan 12 av teimum trimum floksleiðarunum, meðan sjálv stjórnin – harundir eisini ráðfólkini – verða kunngjørd hósdagin.

Tað er enn ógreitt, hvat teir tríggir flokkarnir eru samdur um í stjórnargrundarlagnum, sum fer at verða væl lisið, tá tríggir so ymiskir flokkar eru í stjórnini.

– Tað verður ein arbeiðsfelagsskapur, tí tað er greitt, at tá so ymiskir flokkar fara í stjórn saman, so merkir tað ikki, at vit eru samdir um alt.

– Men vit velja at fara í ein arbeiðsfelagsskap saman, tí vit meta, at tað er tað besta fyri land okkara, sigur Mette Frederiksen.

Teir Radikalu fóru úr samráðingunum fyrr í dag.

/ritzau/

 

Mette Frederiksen fór í kvøld frá stjórnarsamráðingunum á Marienborg fyri at koyra til Amalienborg. - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix