Val er tí svenska ríkisdagin í dag. Eitt val, sum kann koma at enda við reyðgrønum sigri og endanum á borgarligu samgonguni, ið hevur stýrt Svøríki seinastu átta árini.
Í Sosialinum um vikuskiftið geva føroysku Synnøve og Rúna, ið búgva í Svøríki, sína meining um valið valið til kennar.
Inna Tørnroos, journalistur í Stokholm, hevur hitt tær báðar:
Tvær av teimum, sum skulu á svenska ríkisdagsvalið í dag eru føroysku Synnøve Frick og Rúna í Baianstovu.
Tær búgva í ymiskum pørtum av Svøríki, og eru teirra meingar um, hvør skal stýra Svøríki eru líka ymsar.
Synnøve Frick, ið er ættað úr Klaksvík og búsett í lítla býnum Vellinge, er sjálv kommunupolitikari og umboðar Moderaterna. Vellinge er siðbundin blá kommuna, og seinastu 26 árini hava moderatarnir stýrt.
– Tað er ikki so torført at verða moderat í einari slíkari kommunu. Størstu mótstøðuna fáa vit frá Folkpartiet og Sverigedemokraterna, sigur Synnøve, ið nú stendur sum nummar fimm á listanum til kommunuvalið.
Tað, sum valið handlar um fyri hana er arbeiði til øll og ikki arbeiðsloysisstuðul, ið hon meinar at Javnaðarflokkurin heldur vil loysa støðuna við.
– Eg hoyrdi leiðaran hjá Javnaðarflokkinum siga fyri nøkrum døgum síðani í sjónvarpinum, at pengarnir, teir fáa inn fyri at hækka matstovuavgjøldini, skulu nýtast til fleiri fólk til arbeiðis í Arbeiðsloysisskipanini, sigur Synnøve.
Skúlin er eisini eitt hjartamál í hesum valstríðnum. Nógv eru misnøgd við skúlan og tær broytingar, ið eru framdar seinasta valskeið.
Synnøve er ikki samd. Hon heldur, at skúlin er á góðari leið og reypar eitt sindur um, at hennara kommuna aftur er vald sum besta skúlakommuna í landinum.
Um Moderatarnir vinna valið í dag, er tað fyrstu ferð í søguni, at tey vinna trý val á rað. Tað vónar Synnøve sjálvandi, men sum veljarakanningarnar síggja út í løtuni, verður tað torført.
Rúna í Baianstovu er búsett í Ørebro, og hon vónar so avgjørt ikki, at borgarliga samgongan skal halda fram at stýra Svøríki.
– Mitt val snýr seg um at gera taò, eg kann, fyri at samgongan ikki skal kunna bróta samfelagiò sundur enn meir. Samgongan vil í veruleikanum einki samfelag hava. Tá retorikkurin veròur pilkaòur av, og taò, sum veròur gjørt av flokkunum í alliansuni stendur fram nakiò, er einki samfelag har. Har er einans taò einsamalla individið og marknaòurin. Millum tey er tómt, sigur Rúna í Baianstovu.
Nakað av tí, sum borgarliga samgongan hevur fingið nógvan kritikk fyri, er, at ellisheim eru privatiserað, og fyritøkurnar, ið hava tikið yvir, bara hugsa um vinning og ikki um tey gomlu.
Eitt av ræðuligastu døminum var fyritøkan Carema, ið vigaði blæðurnar hjá teimum avlamnu og vóru tær ikki nóg tungar, skuldu tær skitnar og vátar uppá aftur. Alt fyri at spara pening.
Hjá Rúnu eru spurningar um solidaritet og javnlíkindi millum menniskju tað, hon vil við sínum vali.
– Øll skulu hava somu møguleikar óansæð kyn, hvat man trýr uppá, hvar man er føddur ella hvør sum hevur føtt ein.
Rúna hevur ikki enn funnið nakran flokk, sum passar heilt til hennara sjónarmið, men valið stendur millum teir vinstrahallu flokkarnar Vænsterpartiet, Javnaðarflokkin og Miljøpartiet.
Høgraekstremistiski flokkurin Sverigedemokratarnir kom inn í Ríksdagin á seinasta vali. Higartil hevur ikki eydnast teimum at fáa nakað vald, men hesuferð vísa tøl, at flokkurin kann fáa upp í móti 10 prosentum, og tá er ikki eins lætt at geva honum durðafjórðingin.
Kommunan har Synnøve býr er kend fyri ikki at vilja taka ímóti innflytarum. Seinastu árini eru tó nøkur einsamøll børn komin til Vellinge.
– Innflytarar er ein stórur trupulleiki, tí Svøríki og Týskland taka ímóti so nógvum. Eg haldi, at hesin spurningurin burdi verið greiddur í ES, so at fleiri lond verða noydd at taka ímóti innflytarum, sigur Synnøve.
Hvussu leikur fer fáa vit at síggja í kvøld. Verður tað borgarliga samgongan, sum heldur fram, eru flokkarnir Moderaterna, Folkpartiet, Centern og Kristdemokraterna aftur í stjórn – um vinstrahallu flokkarnir vinna, verða tað Javnaðarflokkurin, Vænsterpartiet og Miljøpartiet, ið væntandi samstarva.
Fakta:
– Ríkisdagsvalið er í dag 14. september
– Svenska tingið eitur Ríkisdagurin. Tað hevur eitt kamar og 349 limir
– Forsætisráðharri síðan oktober 2006 hevur verið Fredrik Reinfeldt, formaður í Moderaterna
– Ein reyðgrøn stjórn verður mannað av Socialdemokraterna, Miljøpartiet og Vænsterpartiet.