Undrið FF skrivaði í kvøld søgu, tá ið flaggskipið hjá felagnum spældi landskappingardyst á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Næstbesta liðið hjá Víkingi plagar at eiga heimavøll uppi á Brekku í Leirvík. Í kvøld vóru umstøðurnar orsøk til, at heimavøllurin var í Sarpugerði.
Undrið FF er nýtt lið í næstbestu deildini. Í fyrsta umfari endaði tað 1-1 á Sandi, í øðrum umfari tapti Undrið 2-0 á heimavølli ímóti TB, og í kvøld eydnaðist tað Undrið FF fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna fulla úrtøku í næstbestu deildini.
Í Sarpugerði vann Undrið FF 2-0 ímóti næstbesta liðnum hjá Víkingi. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur. Seks minuttir eftir steðgin var tað Villiam Emil Klein, sum í fjør spældi við B36, ið setti hol á, og tríggjar minuttir undan leikloki staðfesti Petur Frank Holm 2-0 sigurin.
Hetta var fyrsta ferðin í ár, at Víkingur ikki vann úrtøku. Í fyrsta umfari vann Víkingur 5-2 á útivølli ímóti HB, og í øðrum umfari endaði tað 3-3 í Klaksvík.