Heimatænastan í VEKS – sum er Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur – hevur nú skipað seg.
Á fyrsta stýrisfundi hjá Heimatænastuni í VEKS, sum var hildin í Vestmanna í gjár, skipaði stýrið seg við Heðin Zachariasen sum formanni og Paula T Petersen sum næstformanni.
Stýrið fyri Heimatænastuna í VEKS er mannað av:
• Heiðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, formaður
• Pauli T. Petersen, borgarstjóra í Vestmanna kommunu, næstformaður
• Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu
• Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu
• Trygvi K. Joensen, Sunda kommuna
• Asbjørn J. Djurhuus, Sunda kommuna
• Herit Magnussen, Vestmanna kommuna
Á fyrsta fundinum var eitt mál á skránni og tað var at søkja eftir leiðara til Heimatænastuna í VEKS.