Tað er ikki rætt at siga, at møguleikin er heilt burtur, men tølini siga, at tað verður torført hjá Víkingi um eina viku, tá ið føroyska liðið fer at spæla á útivølli í Slovakia.
-Um vit megna tað á útivølli, sum KÍ megnaði á heimavølli ímóti Bodø/Glimt, so kunnu vit reisa okkum, men talan verður um stórt tak, ásannar toppskjúttin hjá Víkingi í altjóða fótbólti og toppskjúttin í føroysku kappingini Sølvi Vatnhamar í samrøðu við Trónd Arge í FM1, nú dysturin á Tórsvølli millum Víkingur og slovakiska Dunajská Streda er av.
Gestirnir rigga til at fara úr Føroyum við 2-0 sigri. Teir skoraðu í 8. minutti, og knappar 10 minuttir undan leikloki.
-Fyrra málið, tá ið hann saksisparkaði bóltin í málið, var av tí slagnum, sum tað ber illa til at verja fyri, og seinna málið stóðst ivaleyst av, at vit vóru ógvuliga troyttir. Tá er tað torført at varðveita fokus og sleppa undan mistøðum, ásannar Sølvi Vatnhamar.
Hvat sigur tú um gongdina og úrslitið?
-Tað var tungt, at teir skoraðu so tíðliga, og tað vísti seg at kosta dýrt, at vit ikki vunnu úrtøku, tá ið vit tvær ferðir í fyrra hálvleiki vunnu okkum í góðar støður. Teir vóru fyri tað mesta meiri á bóltinum, men teir vunnu ikki fleiri málmøguleikar, enn vit vunnu, og tí er tað spell, at vit taptu 2-0. Eftir steðgin royndu vit at pressa teir frammarlaga á vøllinum. Tað kostaði orku, og síðsta hálva tíman vóru vit ikki førir fyri at leypa á so frammarlaga, sum vit høvdu ætlað, sigur Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi.