Sølvi og teir vaskaðu vónbrotið burtur

Seinnapartin í dag snýr tað seg um at sleppa undan niðurflytingarplássunum

KÍ og B36 halda frí frá landskappingini í dag. Fokus er á europeisku heimadystunum, sum vera í vikuni, sum stundar til. Tá skal B36 spæla týskvøldið, og KÍ skal spæla hóskvøldið.

 

Í gjár var Víkingur í heilt góða lagnum, og í 6-1 heimasigrinum ímóti 07 Vestur var Sølvi Vatnhamar framúr væl upplagdur, tá ið hann skoraði eitt mál og nú er toppskjútti við 16 málum, og tá ið hann í fýra førum átti næstsíðsta fótin á.

 

-Vit avrikaðu á ongan hátt tað, sum vit eiga at megna, tá ið vit týskvøldið taptu á útivølli ímóti HB. Í dag vístu vit alt tað, sum ikki vístu í Gundadali. Talan var um ágangandi og málsøki spæl, og vit umsettu seks møguleikar til mál. FM heitið er so langt burtur, at tað hugsa vit ikki um, men málið er, at vit skulu menna okkum sum lið, segði Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi í gjár.

 

-Vit høvdu fyrireikað okkum heilt væl til hesa uppgávuna, men eftir góða fyrstu løtu mistu vit alt á gólvið, og fleiri av málunum kundu bent á, at jólaaftan var tíðliga í ár, tí vit góvu stórar gávur, segði 07 Vestur venjarin Michael Schjønberg.

 

Týskvøldið vóru teir í HB sera væl upplagdir, og tá fingu teir av álvara glið á. Pætur J. Petersen var tvífaldur málskjútti, og í dag skulu hann og liðfelagarnir í grannauppgerð ímóti AB aftur vísa, at HB nú er á rættari leið.

 

AB er á sjeynda plássi, men hjá argjamonnum, NSÍ, B68 og Skála er dagsskráin at vinna seg undan niðurflytingini.

 

Í dag fær NSÍ vitjan av EB/Streymi, sum er seks stig frammanfyri teir í Runavík. Hjá NSÍ var tað stórt vónbrot fyri viku síðani at tapa 1-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Á Svangaskarði verður lyklauppgerð í botninum. Felags fyri B68 og Skála er, at liðini eru undir niðurflytingarstrikuni. Meðan B68 síðsta sunnudag – uttan fleiri av lyklaspælarunum sum eru skaddir - tapti 2-0 í Klaksvík, so hevur Skála enn ikki spælt síðani summarsteðgin. Dysturin ímóti B36, sum var skrásettur at vera fyri viku síðani, var útsettur.

 

 

 

NSÍ – EB/Streymur: Petur Reinert kl. 15.00

 

B68 – Skála: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

HB – AB: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

-

 

16151045446
Víkingur171313531640
HB16943301931
B3615717261422
EB/Streymur16637223121
07 Vestur17539214218
AB16529244417
NSÍ165011214015
B68163211133511
Skála1515917278