Í staðin siga Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra og Mona Juul, forkvinna hjá teimum konservativu, at tey vóna og droyma um eina bláa stjórn.
Og sambært roynda Vinstramanninum, Søren Gade, sum er floksfelagi annan teirra, verður tað ikki annað enn dreymar hjá teimum báðum.
– Eg kann bara siga, at eg haldi, at forsætisráðharrin eftir næsta val verður Mette Frederiksen, sigur Søren Gade í politiska poddvarpinum hjá Ekstra Bladet "Øverse Hylde".
Ósemjan í bláa blokki er ov stór til, at tey kunnu semjast um eitt valevni, og harumframt hevur eingin meldað seg til, og meiningakanningarnar eru ov ringar. Tað heldur Søren Gade.
/Ritzau/