Søren skal syngja í sjónvarpskapping: – Ein feit avbjóðing

– Eg gleði meg ordiliga nógv, sigur Søren Haugaard Pedersen, sum um lítlan mánað skal syngja live í nýggjari DR-sending

Tá nýggja tónleikakappingin hjá DR, “Stjerneklar”, fer í gongd nú í vár, verður Søren Haugaard Pedersen við.

 

Hann eigur tørn at syngja live í Stjerneklar fríggjakvøldið 12. mai.

 

– Eg gleði meg ordiliga nógv, tí hetta er nakað heilt øðrvísi enn at syngja til brúdleyp, festivalar, veitslur og annað. Hetta er øgiliga kontrollerað við eitt nú kostymum og koreografi. So hetta verður ein feit avbjóðing fyri eina gamla rottu sum meg, sigur Søren Haugaard Pedersen.

 

Søren er upprunaliga úr Danmark, men hevur búð í Føroyum síðan 2008. Fleiri kenna hann sum oddamann í populera bólkinum Hitmen, sum í fleiri ár hava undirhildið kring landið við tulkingum av kendum popp-hittum. 

 

Umframt Hitmen er hann oddamaður í Robbie.dk, sum er ein jam-bólkur, ið syngur og framførir sum bretska poppstjørnan Robbie Williams. Síðan 2001 hava tey spælt fleiri enn túsund konsertir í Danmark, og Søren ferðast enn javnan niður fyri at framføra sum Robbie.

 

Nú í sambandi við Stjerneklar, dámdi DR væl júst hesa søguna um, at hann sum danskari enn býr í Føroyum og flýgur niður til Danmarkar fyri at syngja.

 

Konseptið við sendingini Stjerneklar er, at royndir tónleikarar og spírar hvørt fríggjakvøld sleppa at heiðra sínum musikalsku fyrimyndum í bestu senditíð.

 

Men hvønn tónleikara Søren skal tulka kann hann ikki enn siga nakað um.

 

##med2##

 

Jens Marni Hansen verður eisini við í somu kapping. So fyri føroyingar verður hetta uttan iva ein spennandi sjónvarpskapping at fylgja við í.

 

LES EISINI: Jens Marni Hansen í danskari sjónvarpskapping

 

Her upptraðkar Søren sum Robbie Williams