Sólin skein av álvara á kvinnurnar umborð á Leikalind hjá róðrarfelagnum Tindi í Hvalvík í dag.
Nýggja róðrarfelagið í Eysturkommunu spílar seg av álvara út í ár. Fleiri manningar taka lut í kappróðrinum, og úrslitini eru vorðin alt betri.
Tí hevur tað verið bíðað eftir fyrsta sigrinum, og í dag eydnaðist tað.
Tað var í dagsins síðsta róðri. Hann var millum 5-mannafør við kvinnum. Tjaldrið vann bæði á norðoyastevnu og á eystanstevnu.
Í dag eydnaðist tað Leikalind hjá Tindi at vinna.
Leikalind var í startspurtinum heilt frammi í oddinum. So sá tað út til, at Tjaldrið fór at vinna oddasessin, og í endaspurtinum vóru hesir báðir bátarnir – Tjaldrið og Leikalind – stavn um stavn.
Tá ið bátarnir fóru um málið, var Leikalind ein brotpart av einum sekundi undan Tjaldrinum, og eina lítla bátslongd aftanfyri Tjaldrið kom Svanur av Skála á mál.
-
1 | Leikalind (Tindur) | 05:44.10 |
2 | Tjaldrið (NSÍ) | 05:45.09 |
3 | Svanur (Skála) | 05:45.42 |
4 | Blikur (AR) | 05:50.24 |
5 | Teistin (AR) | 05:55.08 |
6 | Drekin (HR) | 05:56.14 |
7 | Fípan Fagra (KRF) | 05:58.15 |
8 | Frúgvin (MR) | 06:15.47 |
9 | Royndin Fríða (VK) | ET |
stavnur.fo