Soffi heldur fram sum forkvinna

Á aðalfundi í Sinnisbata í gjárkvøldið vóru nýggir nevndarlimir valdir, men formaðurin heldur fram


Soffi Egholm verður verandi forkvinna í Sinnisbata.

Tað er greitt eftir aðalfund felagsins í Miðlahúsinum í gjárkvøldið.

Á aðalfundinum stóðu tríggir nevndarlimir fyri vali og teir vóru Soffi Egholm, Svenning á Lofti og Ásla Poulsen.

Men harafturat segði Æna Reinert seg úr nevndini og sostatt skuldi fýra nevndarlimir veljast á aðalfundinum.

Soffi Egholm, Svenning á Lofti og Ásla Poulsen vórðu øll afturvald, men nývald í nevndina var Lív Egholm.

Tiltakslimir eru Margretha Poulsen og Joan Johannesen.

Annars sita Niels Hammer, Ankey Nattestad og Regin Jóanesarson í nevndini í Sinnisbata.

Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Soffi Egholm, sum formanni, Áslu Poulsen sum næstformanni, Svenningi av Lofti sum kassameistara og Lív Egholm sum skrivara.

Á myndini er nývalda nevndin í Sinnisbata avmyndað í vælkendu trappuni í Miðlahúsinum. Fremst sita Lív Egholm, vinstrumegin, og Ásla Poulsen. Vinstrumegin í miðjuni situr Regin Jóanesarson, í miðjuni er tað Joan Johannesen og høgrumegin situr Niels Hammer. Aftast eru tað Soffi Egholm, vinstrumegin og Svenning av Lofti. Margretha Poulsen og Ankey Nattestad eru ikki við á myndini