Sofus Debes Johannesen og rusk

Mær hevur altíð dámt ketturnar, sum koma burtur úr einum høvdatroði mótvegis hinum sum liggja niðri í trognum kráma til sín og einki síggja. Væl komin upp úr trognum Sofus, hóast tað man vera langt í millum høvdatroðini norðuri við Gjógv í dag

Sofus setir spurning við mína skriving og tað hevur hann allar rætt til, eins og eg havi, allar rættin at svara.

Skriving er ongantíð allur sannleikin, hon er bara brot, og tað eg skrivi eru bara brot soleiðis sum eg síggi tað. Eg havi ikki patent upp á sannleikan heldur enn nakar annar.

Og í hesum brotum, so fór frálíka lortarøðin hjá Sosialinum eitt sindur av sporinum, tá ið túrurin var komin til Elduvíkar, Oyndarfjørð og Hellurnar. Eg haldi framvegis, at Sosialurin hevur gjørt bygdarfólkinum á Hellunum órætt, tí tey hava einans lagt burturkast har tey skulu, nevniliga á ruskplássið.

Sofus hevur rætt, Fuglafjarðar Kommuna eigur eina ábreiðslu fyri ikki at hava dagført ruskplássið fyri knappliga 20 árum síðani.

Viðvíkjandi broytini í Elduvík, hevur Sosialurin gjørt mínum góða vini Poul Jóhannus Reyná órætt. Broytin er ikki órudd og var virkin so seint sum í fjør, tá ið eg sjálvur stóð og hugdi meðan hon arbeiddi. Hon hevur ikki staðið seinastu 20 árini sum leverandørur við eykalutum.

Viðvíkjandi myndunum úr Oyndarfirði vóru allar myndirnar diskutablar. Tað veldst um eygað sum sær. Eg eri ikki tilhangari av at ein bygd skal verða klinisk rein sum eitt museum. Tað má gjarna boða frá lívi í eini bygd og eg eri heilt samdur við Kára og Álvi, nógv av tí óruddinum teir hava avmyndað kring landið hoyrir ongastaðni heima. Tí er tað eitt frálíkt avrik báðir journalistarnir á Sosialinum hava gjørt, og áttu vit eina Pulitzer heiðursløn fyri avdúkandi journalistikk, tá vóru teir avgjørt kandidatar.

Serliga stóran fong fingu teir báðir í tínari kommunu, Sunda Kommunu, Sofus, sum tú hevur hevur havt medábyrgd av síðan samanleggingina í 2005. Tú situr í bygdarráðnum. Neppa nakrar aðrar staðir í landinum hevur so nógv óhumska ligið og sløðst sum júst í tí kommunu, tú hevur ein part av ábyrgdini av sum bygdaráðslimur. Sosialurin brúkti eina heila opnu bara um tað eina arbeiðsplássið hjá tykkum.

Nú vil tín undanførsla helst verða, at ikki alt óruddið liggur á kommunalari ogn, og tí fáa tit einki gjørt. Og hetta er ikki heilt soleiðis, tí ein kommuna er nógv sterkari at ávirka stovnar undir landinum enn einstakir borgarar.

Hvør einastu føroyingur, sum koyrir gjøgnum tykkara kommunu hevur kunnað, um hann nú er til tað, notið óruddið frá hvalastøðini við Áir og norður til tunnilsmunnan. Tá ið eg vitji skyldfólk á Oyri stendur at loypa oman yvir húsini har av fullkomiliga ólógligari tyrving, sum hendur enn tann dag í dag og eru í móti allari lóggeving. Og tit bygdaráðnum í Sunda kommunu gera einki. Vilja fólk hava eina ruddiliga Sundakommunu, so er neppa skilagott at velja tykkum aftur í bygdarráðið.

Hellurnar vinna ikki eina krónu av ferðafólki. Tað ger bygdin við Gjógv har aftur í móti og tað ger hon eisini sjálvt um tit í bygdini hava vanærað hana og framt eina byggiskandalu, sum er so álvarslig, at hon helst verður umtalað í ST stovninum UNESCO.

Tað er alla æru vert Sofus, at tú hevur ans fyri føroyskum og útlendskum gestum og allíkavæl standi eg spyrjandi um hetta veruliga er so?

Smoltstøðin við Gjógv, sum tú hevur verið djúpt involveraður í fíggjarliga, er klamsað niður so tætt við ánna, at tað illa nokk gongst niðanvið og hon kundi ligið longur burtur frá uttan at hon skemmaði hesa framúr vøkru bygd. Her mugu allar hugsandi byggisamtyktir verða brotnar og hevur friðingarmyndugleiki verið upp í her, so er hann ókompetentur. Smoltstøðin er løgd har fullkomiliga uttan vit og skil og bara við vinningi fyri eyga. Hon átti ikki at sloppið ánni nærri enn elementvirkið og helst nógv longur burtur. Men her var mammon fremri enn vit og skil og tá er ikki grundarlag fyri at snakka um meir tað. Sama er hent í vøkru bygdini Funningi, sum skyldmenn hjá mær hava staðið fyri. Ein smoltstøð, sum við verandi tøkni kundi ligið alla aðrastaðni er kroyst inn í bygdina uttan fyrilit fyri tí serliga dámi, sum ein eldri bygd hevur

Tað er ikki altíð skilagott at blása, tá ið ein sjálvur hevur mjøl í munninum Sofus. Bakarar kenna til trupulleikan og tað er galdandi á Hellunum og eisini norðuri við Gjógv. Eg dugi slett ikki at síggja, at títt íkast til hetta kjakið hevur ført tað longur fram á leið.

Tað hava hinvegin Álvur og Kári á Sosialinum, sum teir heiðursmenn teir eru. Teir hava við teirra lortarøð flutt óhumsku so tað forslær. Tað er teirra æra, at Hellurnar nú fáa eitt ruskpláss sum sigur spartvey til alt. Sum fullkomiliga fer at liva upp til direktivini frá 1989, tá ið IRF var stovnað. Eitt ruskpláss, har tað verður eitt sætt fornøjilsi hjá bygdafólkunum at siga farvæl til gamalt órudd. Gáttin til ruskplássið verður ein spilllivandi gravarbakki til materiellu verðina.

Tað er eisini teirra æra, at tit steinsovandi bygdaráðslimir í Sunda kommunu eru vaknaðir og eru farnir at gera nakað við óhumskuna í kommunu. Uttan Sosialin hevði óruddið hjá tykkum saktans ligið eitt valskeið aftur at.

Tað smakkar mær illa í munninum, at mítt navn skal verða nýtt í einum kommunalum valstríði, og tað má eg boyggja meg fyri, tí vit hava skrivi og talufrælsi í landinum.