Sofus var virkin í Ungmannafelagnum í Havn, sum hevði so stóran týdning fyri mentunnarlívið í Havn fyrst í hini øldini. Limirnir skiftust um at ritstjórna einum hondskrivaðum blaði, Baldursbrá, sum varð lisið upp á fundum. Sofus var blaðstjóri á einum av hesum bløðum.
Sofus var keypmaður og reiðari. Hann gjørdist nevndarlimur í fyrstu nevndini hjá Føroya Reiðarafelag í 1910. Hann átti trý skip, ið sum vanligt var høvdu síni upprunaligu ensku nøvn. Men í 1909 broytir hann tey til føroysk. Only Sister gjørdist Hørðabrúður, Prosperous gjørdist Brestir og Orion fekk navnið Beinir.
Sofus Evensen eigur ein part av fyrstu søgunu hjá HB sambært bókini Havnarmenn í Gundadali hjá Jógvan Arge.
Hann við til at gjalda fyri umvæling av fótbóltsvøllinum, og hann var nevndarlimur í HB í 1906.
Tann 6. apríl 1909 vísir Sofus á fundi fram tvey uppskot um fótbólstbúnar. Onnur troyggjan var sum troyggjan hjá skotska felagnum Celtic, blágrøn við hvítum ermum, og hin troyggjan var reyð. Báðar høvdu merkið HB í hvítum stavum á bringuni, og til báðar troyggjurnar hoyrdu myrkabláar brøkur og svartar hosur við tveimum hvítum rípum í erva.
Atkvøtt varð um búnarnar, og tann blaðgrøna troyggjan hjá Celtic vann. Tann reyða skuldi so verða dómaratroyggja.
Sofus Evensen var talsmaður fyri at fara til Noregs at sparka móti einum norskum liði í 1910. Mads Andreas Winther, fyrsti formaður í HB, sum var í Noregi saman við Sofusi í 1908 við Havnar Ungmannafelag, dámdi eisini væl tankan.
Málið var fyri á fleiri fundum í 1909, og tann endaliga avgerðin varð tikin í 1910, táið avgjørt varð at senda eitt føroyskt úrvalslið við HBarum, TBarum og MBarum á ítróttarstevnu í Noregi.
Sofus var ferðaleiðari á túrinum, og teir fóru syngjandi av Havnini við Floru seinast í juni.
Norðmenn vóru einki serliga blíðir. Teir tóku ikki eingong ímóti føroyingunum, táið teir komu fram. Sofus mátti sjálvur leita teir upp og fáa avtalu um komandi dystin.
Túrurin var kanska góður, men úrslitið var vánaligt. Teir tapti heili 7-0. Men teir troystaði seg tó við, at teir vóru farnir fyri at læra!
Í Føroyum var mestsum landasorg um úrslitið. Fótbóltsspælararnir vóru so lotir, at tá teir nærkaðust Havnini, høvdu teir ynskt sær bát inn á Tórgarð fyri at sleppa undan fólkadóminum á Bryggjuni. Men dansur var tó um kvøldið!
Keypmaðurin Sofus Evensen
Sofus doyði longu í 1911, og tá skrivaði Tingakrossur um hann:
Sjáldan man ein maður, sum væntaði nógv í at vera komin upp í miðjan aldur í Føroyum, hava verið fylgdur í grøvina við so djúpum hjartalag so víða frá sum hesin ungi prúði maðurin, sum nú ikki longur er millum teir livandi.
Ein góður maður var hann, altíð til reiðar at hjálpa, tá ið onkur heitti á hann. Hann spekuleraði ikki fyrst uppá, um tað kundi loysa seg hjá honum, ella um hann hevði ráð til tað. Hjartað var ov gott í honum. Hann hjálpti, tá hann kundi, uttan at fyrst at spyrja eftir, nær hann kundi fáa tað goldið aftur. Fryntligur og vinsælur var hann, hvar hann hittist, so einhvør mátti viðganga, at hansara maki var ikki allastaðni at finna.
Við góðum tiltaki kom hann heim aftur frá síni útlandsferð, fekk sær skip og handil, og við sínum lívliga anda, sum altíð fekk fólk í gott hýri, sá hann meira umfatandi uppá føroysk handilsviðurskifti, enn føroyskir handilsmenn yvirhøvur.
Hann bar uppá ein heilan hug fyri Føroya framburði, og kundu hann sjálvur hjálpa til, so helt hann seg ikki undan.
Allir hansara góðu vinir, og øll tey, sum kendu hansara barnsliga góða hjartalag, vilja bera stórt sakn eftir hann.
Eisini saknaður í Noregi
Um Sofus Evensen skrivaði Gula Tidend millum annað:
Meg fretter i dag ein færøying dauen, ein som mange nordmænd kjenner og vil syrgja. Det er Sofus Evensen fra Thorshamn.
Sist minnast meg honum fra Færøyferdi. Det var moro aa helse paa honom. Smilandi vinleg og snar i vendinga.
Ein livande kar var det. Mange var som kjendte honom fraan Færøyingaferdi til Noreg í 1908 og fraa ymse vitjingar, for han var ofte i Norge. Han var son av en af de største kaupmenn i Torshamn. Faderen har fyr fleire aar siden yverlate forretningen til sine to søner med den eldste af dei (Jens) som hovedmann. Under honum er forretningen udvikta ser med fiskehandel og med fiske paa Island. Sofus Evensen var den yngste. Han hev rejst mykje og hev masser gonger været i Norge, mest i forretningsærend, men ogsaa ellers.
Især tok han som sagt mot normennerne ved den norrøne stemna og var med heila tidi. Han heldt m.a. tale fyr Island paa hovedgildet.
Han kom her til Norge sist i juli, var her nokre vikor og foor so til Kaupenhamn. Sist i august kom han her til, strengt sjuk i giftfeber. Han hadde alt daa høg temperatur, og lækjaren vilde traude lata honum take paa heimferd til Førjar, men han vilde, og det var vel det beste og. Han for med Flora fyrstna i september.
Daa hann naadde heim til Torshamn hadde sjukdommen teke honum saa strengt, at livsvoni var ikki stor. Siden hadde hann lage i hug feber til i gaar me fretter hans avferd.
Sofus Evensen var en velvaksen, fager mann og mange viner hadde hann vunni.
Ætti er norsk, men hev no i et par generationer vore bosett i Førjum.
Sum tað sæst er hetta norska sera líkt føroyskum
Sofus gjørdist 34 ár. Hann doyði 4. oktober 1911 kl. 4½ á morgni á Færø Amts Hospital. Deyðsfráboðanin var undiskrivað av “Søster Mette Kathrine”. Sofus var ikki giftur, men hann átti Nannu, sum giftist við Einar Jacobsen í Geilini í Nólsoy. Tey vóru barnleys.
Ættin hevur so reist honum ein stóran og vakran stein, so hann ikki verður gloymdur.
Komandi partur
verður um Ludda Christiansen í Dali