Sofus Poulsen í Smiðjuni

Sofus Poulsen, listamaður, letur upp eina málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 12. desember kl. 15.

Á framsýningini verða umframt nakrar oljumálningar eisini nýggir akrylmálningar. Sofus er farin nýggjar vegir, og litirnir eru blivnir meira litbjartir. Tilsamans er talan um 20 málningar.


Tá framsýningin letur upp, verða málningarnir at síggja á heimasíðuni hjá listamanninum.

Heimasíðan er at finna á www.portal.fo (undir mentan) og eitur: allaprima-sofuspoulsenkunst.


Framsýningin er opin til og við mikudagin 17. desember. Allar dagar frá kl. 15-19.