Ert tú spentur til sólarmyrkingina?
- Ja, tað havi eg verið leingi. Serliga vóni eg, at veðrið verður til vildar, so vit veruliga kunnu síggja sjálva myrkingina - at tað verður so mikið klárt, at sjaldsama náttúruhendingin kann upplivast intenst.
Tað sigur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður.
Hvar fert tú at verða, og hvat fert tú at gera fríggjamorgunin?
- Eg verið til arbeiðis. Okkara NámX-næmingar verða í skúla, og vit fara at uppliva sólarmyrkingina saman.
Skilir tú, at útlendingar í stórum tali koma til Føroya at síggja hesa sólarmyrking?
- Ja, tað skilji eg væl. Summi eru sera bitin av sólarmyrkingum og ferðast langa leið at uppliva hetta náttúrufyribrigdið. Sagt verður, at um luftin er skýfrí, rørir myrkingin við menskuna. Tað er nakað, sum summi eru sera áhugað í at uppliva.
Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar?
- Nei, eg havi ikki upplivað nakra sólarmyrking, men eg havi mangan fingið fortalt um sólarmyrkingina 30. juni í 1954, sum skuldi vera sera hugtakandi, sigur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður.