Soleiðis er Runavíkar býráð mannað

Kommunuval

 

Tað vóru tríggir listar til býráðsvalið í Runavíkar kommunu hesaferð, listi A við fólki, sum serliga búgva í miðøkinum í kommununi, listi B við fólki á Skála og í smáu bygdunum norðanfyri í Eysturoy, sum nú eru partur av Runavíkar kommunu – og so listi C, ið var ein søldfjarðarlisti.

Listi A fekk sjey umboð: Magnus Rasmussen (219), Beinta Olsen (162), Bjarni Kjeld (128), Anfinn Langgaard (112), Sæunn Ólavsdóttir Hansen (111), Kristian Gaardbo (93)og Kári Jacobsen (86).

Listi B fekk trý umboð: Klæmint Østerø (117), Karl Rasmussen (108), Hans Jákup Johannesen (95) og Bárður K. Nielsen (95).

Um tað stendur á jøvnum millum Hans Jákup Johannesen og Bárð K. Nielsen, sum á valinum høvdu 95 atkvøður í part, verður lutakast millum teir báðar.

Listi C fekk eitt umboð: Fríðbjørg Weihe (86).

Av teimum 11 býráðslimunum í Runavíkar býráð, stillaðu bert trý uppaftur á valinum hesaferð.

Hans Petur Ellingsgaard, sum hevur sitið í býráðnum í mong ár, fall á valinum hesaferð.

Klæmint Østerø og Kristian Gaardbo, sum eisini sótu í undanfarna býráð, vórðu báðir afturvaldir.