Tóri Nattestad og Magnus Madsen eiga og reka fyritøkuna Bilreins, sum vaskar bilar fyri fólk og fyritøkur um alt landið.
Í sambandi við at summarið nú av álvara nærkast, hava teir her nøkur ráð um, hvussu tú sum bileigari kanst fáa tín bil summarkláran. Ráðini frá Bilreins eru hesi:
– Fá bilin at anga væl
Tað er altíð meira hugaligt at hava reinan bil at koyra í. Um bilurin luktar illa og er skitin innan, er tað minni hugaligt at fara ein biltúr, enn um hann er reinur og luktar væl.
Tí er tað eitt gott ráð at taka allan bilin ígjøgnum, bæði vask av setrum, vinyli og dúrki, so allur keðiligur luktur fer úr.
– Polera bilin
Bilurin verður sjálvsagt reinur av at vaska hann uttan, men hann kann enn blíva nógv penari. Hetta kann gerast við at polera bilin.
Lakkið á bilinum er rættiliga viðbrekið og kann lætt slítast av dagligum viðurskiftum, uv-ljósi frá sólini, salti og luftdálking. Ofta koma eisini vaskiskøvur á bilin, og hetta ger, at lakkið spakuliga missir glansin. Ein polering fær hesar skøvur vekk og fær upprunaliga glansin á lakkinum fram aftur. Aftrat hesum er tað eitt gott ráð at forsegla bilin eisini, so bilurin verður meira mótstøðuførur ímóti skitti og skøvum framyvir.
– Viðger dekkini
Tá ein vaskar bil, er tað eisini gott at hugsa um dekkini. Dekkini á bilinum hava nógv at siga, um bilurin sær reinur út ella ikki.
Um bilurin hevur skitin dekk, kann tað hava ávirkan á, hvussu bilurin sær út uttan. Tí er tað gott at vaska dekkini og síðan smyrja tey, so tey fáa ein svartan, penan lit.
– Kanna viskararnar
Tann kaldi veturin hevur uttan iva slitið viskararnar, so tað er eitt gott hugskot at kanna teir. Tú kanst lyfta viskararnar uppfrá og hyggja um gummiið undir er slitið. Eisini kunnu teir byrja at hvína, sum eisini er eitt tekin um, at teir skulu skiftast.
Tað er umráðandi, at teir viska ordiliga, tá ið tað regnar, so at útsýnið verður optimalt, tá ein koyrir.