Soleiðis fara vindmyllurnar á Eiði at síggja út

Endamálið er at seta fýra myllur upp næsta ár og nú hevur Sev gjørt myndir sum vísa, hvussu tær fara at taka seg út ymsastaðni frá

Enn hava vit vónir um at fáa fýra myllurnar upp á Eiði næsta ár. Tað sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari hjá Sev, í eini fráboðan í dag. Men so skal tað arbeiðast skjótt, so at øll loyvi verða fingin til vega skjótt, leggur hann afturat.

Hann sigur, at upprunaliga var ætlanin at seta seks myllur upp, men er hon avmarkað til fýra myllur, men enn hava tey ikki fingið byggiloyvi, men tey mangla eisini eina niðurstøðu frá Yvirfriðingarnevndini, umframt at gera avtalu við hagan um lendið.

Hann vísir á, at í 2019 vann Vindfelagið í Neshaga, sum er dótturfelag hjá Sev, vann kappingina um at gera eitt vindmylluverk upp á 18 MW oman fyri Eiði, og tey fóru beinanvegin undir at fyrireika arbeiðið. Í hesum sambandi skuldi tey gerast árinsmetingar, fáa umhvørvisgóðkenning, byggiloyvi og at gera avtalu við hagan um lendið.

Hann sigur, at hetta arbeiðið hevur tikið væl longri tíð, enn væntað. Umsókn um byggiloyvi varð latin Eiðis kommunu 19. november 2019 og umsóknin varð broytt tann 17. august í fjør, men av ymsum orsøkum varð umsóknin ikki viðgjørd av fráfarna bygdaráði.

Verkætlanarleiðarin varð broytt tá ið avgerð varð tikin um at minka vindmylluverkið úr seks myllum upp á 18 MW, niður í fýra myllur upp á tilsamans 12 MW, sum skulu setast upp í haganum, Suðurhelvt. 

Samstundis verður arbeitt við at finna eitt annað pláss at seta hinar báðar myllurnar upp.

Hann sigur at í løtuni samskiftir Sev samskifti við nýggja bygdaráðið á Eiði um byggiloyvi til tær fýra myllurnar, og í hesum sambandi hevur bygdaráðið kallað inn til borgarafund týsdagin.

Á borgarafundinum fara umboð fyri Sev at greiða frá ætlanini og at svara spurningum og ivamálum, sum eiðisfólk.

Afturat byggiloyvinum mangla tey eisini eina góðkenning frá Yvirfriðingarnevndini og at gera avtalu við hagan. Hann sigur, at tey bíðað eftir niðurstøðu frá Yvirfriðingarnevndini, og Umhvørvisstovan er í samráðingum við hagan um atgongd til lendið.

– Myllurnar skulu bíleggjast í góðari tíð, men vit kunnu ikki bíleggja myllurnar fyrrenn vit hava fingið øll loyvini, sigur Brian Joensen.

 Eitt vindmylluverk upp á 12 MW fer væntandi at gera góðar 35 GWt av streymi um árið. Hetta svarar til 7.600 tons av olju -  ella sagt á annan hátt, svarar tað til gott og væl ein tangabát við olju til Sundsverkið um Árið.

Niðan fyri eru nakrar myndir sum vísa, hvussu myllurnar fara at taka seg út ymsastaðni á Eiði

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##