Søkt verður um upphøggingarstuðul til útróðrarbátin Janus, tí eigarin vil sleppa av við hann. Báturin fær upphøggingarstuðul, og skal so eftir hugsanini í lógini um upphøgging strikast úr flotanum fyri well.
Báturin verður tó ikki forkomin, men seldur øðrum, sum fara til fiksiskap við honum undir navninum Havbúgvin.
Havbúgvin verður seinni seldur reiðarínum hjá West Freezer. Íslandsloyvið verður tikið frá Havbúgvanum og flutt yvir á West Freezer. Hinir dagarnir fara til Prestanga, sum reiðaríið hjá West Freezer eisini eigur.
Presttangi fer aftur til Noregs, og flestu fiskidagarnir fara nú til West Freezer. Fyri ikki at missa loyvini, verða tveir fiskidagar, ein á Bankanum og ein á landgrunninum, fluttir aftur til Havbúgvan, sum liggur við bryggju Miðvági.
Havbúgvin verður seldur til Vestmanna, og loyvini við tveimum døgum verða flutt á Thomas Nygaard, sum er lagdur, tí annað skip er komið í flotan fyi hann.
Fyri at fáa loyvi at fara aftur til fiskiskap við Thomasi Nygaard, verður Havbúgvin keyptur, og loyvini hjá hesum útróðrarbátinum, sum fyrst hevur fingið upphøggingarstuðul úr landskassanum, síðan ókeypis fiskilovyi undir Føroyum og Íslandi og í áravís ikki dripið ein einasta fisk, eru nú vorðin grundarlag undir tveimum stállínuskipum.
.