Tá Føroyar og Sveis bresta saman á Tórsvølli í kvøld, verður tað aðruferð hesa HM-undankappingina, at liðini hittast. Fyrri dysturin var á Swissporarena í Luzern 13. novembur í fjør, har Sveis vann 2-0.
Les eisini: Sveis hevur ikki tapt í meira enn eitt ár
Føroyar hildu tætt í ein lítlan hálva tíma, men tá varð ein bóltur gúppaður fram til Eren Derdiyok, ið gjørdist leysur og legði Sveis á odda 1-0. Smáar 10 minuttir fyri leiklok staðfesti liðskiparin, Stephen Lichtsteiner, ein sveisiskan 2-0-sigur.
Liðið hjá Føroyum hendan dystin sá soleiðis út:
1. Gunnar Nielsen
2. Jónas Tór Næs
4. Atli Gregersen (liðskipari)
5. Sonni Ragnar Nattestad
6. Hallur Hansson
7. Fróði Benjaminsen (15. Odmar Færø, 89')
8. Brandur Hendriksson Olsen
9. Gilli Rólantsson Sørensen (16. Rene Shaki Joensen, 78')
10. Sølvi Vatnhamar (13. Andreas Lava Olsen, 81')
11. Jóan Símun Edmundsson
19. Bárður Jógvansson Hansen