Tað er Teologisk Pædagogisk Center í Løgumkloster sum skipar fyri hesum skeiði, í samstarvi við Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya.
Skeiðið vendir sær serliga til kirkjuráðslimir og kirkjutænarar, og byrjar klokkan 9.45, tá Bergtórur Bjarkhamar hevur eina morgunandakt.
Skeiðshaldarar verða donsku Gertrud Yde Iversen og Kirsten Nielsen. Samskipari í Føroyum er Theodor Eli Dam Olsen, prestur í Kvívík.
Eitt av evnunum er tað tey nevna myndamálið í Bíbliuni. Her verður spurningurin settur um Gud sum faðir, eina móður, eina leyvu, eina ørn, ein kelda við vatni ella logandi eldur.
Høvið verður eisini at gera venjingar í upplestri og annars at fáa íblástur og innføring í Bíbliuna sum bókin við teimum stóru linjunum og teim mongu røddunum.